Besta liðið sær út til at hava góðan møguleika at spæla seg í endaspælið, meðan felagið hevur rakt plett við sínum útlendingum, sum eru framúr leikarar og sum ikki minst geva nógv til ungdómsliðini, har vit kanska síggja eina byrjan til nakað heilt stórt. Tað sigur formaðurin, Óli á Gravarbø.
Í fjør hevði Team Klaksvík sítt besta ár nakrantíð, og tað manglaði lítið í at koma í endaspælið, har fýra tey bestu liðini sleppa til. Hondbóltskappingin er farin í gongd og hjá monnum er stóra samtaluevnið Team Klaksvík, sum fyri summi hevur fingið tey mest óvæntaðu úrslitini við at vinna á útivølli móti Neistanum og fáa javnleik á útivølli móti KÍF, har bara ein miseydnaður endi á dystinum gjørdi, at Team Klaksvík ikki vann. Bæði Neistin og KÍF vóru í endaspælinum í fjør og eru mett at vera millum tey betru liðini í ár. Og leygardagin vann Team Klaksvík 29-28 móti H71 í Hoyvík.
Betri hópur enn í fjør
Formaður í Team Klaksvík er Óli á Gravarbø. Hann sigur, at í Team Klaksvík er tað ikki óvæntað, at liðið hevur fingið so góða byrjan.
– Vit eru ikki so bilsnir. Vit vita, at vit hava ein sterkari hóp enn í fjør. Vit kenna hvønn annan og so hava vit fingið styrk av nøkrum føroyskum leikarum sum gera, at vit fáa skift út. Tað ger, at leikarar fáa hvíld, tá teir eru troyttir, uttan at liðið viknar nakað serligt. At vinna móti Neistanum á útivølli var ein sera góð byrjan, men vit stríddust væl tann dagin, sigur Óli á Gravarbø við Norðlýsið.
Betri fyrireiking
– Árið í fjør var eitt sindur merkt av korona, har útlendsku leikararnir komu seint til landið o.s.v. Men í ár hava vit havt betri fyrireikingar. Vit hava vant gjøgnum summarið, serliga styrkisvenjing, og hava havt nógvar leikarar til venjing, sum m.a. hevur gjørt, at vit hava kunnað spælt uppá tvey mál, og tað hevur týdning. Tað hava vit ikki kunnað gjørt undanfarnu ár, sigur formaðurin.
Føroyskur styrkur
Í hondbólti er loyvt at hava tríggjar útlendskar leikarar á liðnum. Ta kvotuna hevur Team Klaksvík brúkt við at hava teir somu tríggjar leikararnar, sum í fjør stóðu seg so væl. Men felagið hevur fingið føroyska tilgongd í ár.
– Tummas Simonsen er komin frá StÍF, har hann ikki fekk so nógva spælitíð. Hann hevur víst seg at verið ein fongur hjá okkum hesar fyrstu dystirnar. Síðani er ein málverji, Jákup Johannesen, komin úr H71, har hann var 3. málverji. Hann kemur at spæla meir hjá okkum og hevur ein góðan leiðbeinara í okkara kroatiska málverja. Síðani er tað Sámal Jákup Djurhuus, sum er heima í nakrar dystir nú, men sum endaliga flytur til Klaksvíkar um nakrar mánaðir. Hetta eru góðir leikarar hjá okkum at fáa, tí teir gera hópin breiðari, sigur Óli.
Góðir útlendskir leikarar
Team Klaksvík hevur tey flestu árini í bestu deildini styrkt seg við útlendskum leikarum, men tað hevur verið misjavnt, hvussu hesir hava roynst. Í fjør rakti Team Klaksvík plett, tí núverandi leikarar teljast millum teir bestu leikararnar í deildini. Vit spyrja Óla, hví felagið rakti betri hesaferð enn ofta fyrr.
– Eg haldi, at vit hava gjørt eitt gott forarbeiði. Eg og Áki Mørk, høvuðsvenjari, settu okkum tíðliga at leita eftir leikarum. Tað er altíð ein váði at fáa útlendingar. Vit ætlaðu at fara uttanlands at hyggja eftir leikarum, men korona forðaði tí. Man kennir ikki leikararnar persónliga, og tað eru ymiskar persónligheitir, ið man fær. Tað síggja vit við teimum, sum vit hava fingið. Vit fingu samband við umboðsmenn og vrakaðu nógvar leikarar, áðrenn vit komu til hasar báðar, Vuk Stevanovic og Valentino Valentakovic. Og so gjalda vit eitt sindur meir, enn útlendingar vanliga kosta og fara so eina ”hill” upp at keypa á. Tað hevur víst seg at geva úrslit, sigur formaðurin.
Velentino viðmældi David Henigman
Fyri ungdómshondbóltin í Team Klaksvík bleiv tilgongdin av kroatiska málverjanum David Henigman avgerandi.
– Tá kappingarárið 2020/21 byrjaði, so høvdu vit ein serbiskan málverja, Strahinja Popovic. Vit vóru ikki ordiliga nøgdir við hann og sóu, at skuldu vit nakað sum helst, so mátti okkurt broytast. Vit valdu at uppsiga hansara sáttmála, tí vit gjøgnum netverkið hjá Valentino Valentakovic høvdu funnið ein, sum hevði hug at koma. Tað vísti seg seinni at vera ein tann størsti fongurin hjá Team Klaksvík nakrantíð. Tá hugsi eg um alt felagið og ikki bara besta liðið. David Henigman úr Kroatia kom mitt í kappingini saman við damuni, Ivanu Ilic, og hon hevur eisini verið gull verd fyri okkum. Tey gera eitt framúr arbeiði í ungdómsdeildunum sum venjarar. Tey eru væl dámd og duga væl við ungdóminum. Tey eru í einum flokki, sum vit ikki hava sæð fyrr. Vit hava bara gott at bera teimum, sigur Óli.
Ungdómsdeildin
– Ungdómsdeildin sær gott út. Vit hava lið í øllum deildum upp til U14 og eg vænti, at tað eydnast at manna U16 eisini. Harafturat hava vit eitt 2.deildarlið við, og tað er fyrstu ferð í fleiri ár. Tað er eitt blandað lið, har vit hava eldri og ungar leikarar, sum hava spælt fyrr m.a. á besta liðnum og so eisini fótbóltsleikarar, sum spæla, tá fótbólturin liggur stillur.
Tað eru útlendingarnir, sum standa á odda fyri venjingunum í ungdómsdeildini. David Henigman og Ivana Ilic taka sær av U8 og U10. Vuk Stevanovic venur U12 og Valentino Valentakovic venur U14.
– Vit fáa sostatt nógv burturúr okkara útlendsku leikarum og tað verða vit noydd til, tá man fer út og brúkar so nógvar pengar uppá útlendskar leikarar. Tá má man royna at fáa tvær flugur í einum smekki, og tað haldi eg, at vit gera við øllum okkara útlendingum. Teir kunnu brúkast sum venjarar eisini og duga væl at læra frá sær. Vit hava ikki føroyskar venjarar, men vit hava ungar dreingir at hjálpa til. Har eru tað serliga U14-dreingir, sum hjálpa til í yngru liðunum.
– David og Ivana hava nakað, sum vit ikki hava havt fyrr í okkara felag. Tey hava nógvar royndir við at venja ungdóm í Kroatia. Har vóru tey partur av einum venjaraumhvørvið, har tey vandu 200 børn um vikuna. Nú koma tey her og gera eitt knasandi gott arbeið og tað hevur eisini merkt, at Stjørnan fær ágóðan av teimum, tí tey venja fleiri árgangir hjá Stjørnuni eisini. Hetta er kanska byrjanin uppá okkurt heilt stórt, sigur Óli á Gravarbø. Team Klaksvík hevur yvir 100 íðkandi limir.
Besta liðið gongur á odda í felagsarbeiðnum
Í einum felag sum Team Klaksvík, so eru stór krøv til at fáa alt at hanga saman í dagliga virkseminum. Vit hava nevnt venjarar, men síðani er tað fíggjarligi parturin, døming o.a. Har ganga teir á besta liðnum undan.
– Tað er hart fíggjarliga. Vit hava eini fimm leikarar á lønarlistanum. Har skulu íbúðir o.a. til. Tað skal nógv til. Ofta hevur tað verið nokk bara við stuðlum, men nú skulu vit út at gera nøkur størri tiltøk, og tað er tað, sum vit gera. Foreldur eru altíð klár at hjálpa, men serliga besta liðið hjá okkum eigur rós uppiborið. Teir eru altíð klárir. Teir hava ligið tungt í deildini í fleiri ár, men blíva við at hanga í og hava eitt brennandi ynski um at fáa felagið at mennast frameftir. Er tað at skaffa pengar, standa vaktir o.s.v., so ganga teir á odda á besta liðnum til hesar uppgávur. Tá vit tosa um døming, so er tað eisini besta liðið, sum tekur sær av tí. Har verður eitt skema hongt upp, og eg haldi, at tað eru eini tvær-tríggjar kappingar um árið, at hvør leikari dømir, so tað er at liva við, sigur formaðurin.
Nógvir áskoðarar tá tað gongur væl
– Góð úrslit hjá besta liðnum hava eina góða ávirkan. Tað er betri uppmøting gjøgnum alt felagið og tá vit hava við okkara stuðlar at gera, so er alt nógv lættari, tá úrslitini eru lutfalsliga góð. Tað er ein góður hýrur í felagnum sum heild og ungdómurin kláraði seg væl í fjør, so hann eru vit eisini spent uppá í ár.
– Vit síggja væl, at fáa vit úrslit, so fáa vit áskoðarar. Tað hevur stóran týdning, tí tað er ein av okkara inntøkukeldum. Vit vóna at fáa nógvar áskoðarar, og tá tað gongur væl, so hava vit flest áskoðarar í landinum. So fáa vit eitt gott úrslit móti H71 leygarkvøldið kl. 19.00, so vænti eg, at tað verður stuttligt at koma til fyrsta heimadyst sunnudagin 3. oktober móti StÍF, sigur Óli.
Málið er topp 4
– Málið er at koma í endaspælið, sum merkir topp 4. Í fjør vóru vit sera nær við at røkka hesum og tá vit meta okkum hava betri lið í ár, so eigur tað at vera møguligt nú. Vit halda okkum hava gjørt tær neyðugu tillagingarnar í hópinum til, at tað nú skal eydnast at koma í topp 4. Vit hava ein sterkan hóp. Men sum kappingin gongur og man sær, hvønn veg tað gongur, so er kanska ikki so trupult at fáa onkran leikara afturat. Men tað má tíðin vísa, um vit fara at styrkja okkum meir. Vit eru opnir fyri øllum, og tað eru onkrir leikarar, sum vita av tí, sigur formaðurin í Team Klaksvík.
Avbjóðingarnar
Tá vit spyrja um avbjóðingar, so eru tað tvey punkt, sum formaðurin vísir á. Tað er ov stórur aldursmunur hjá teimum lokalu í besta hópinum og manglandi tímar at venja í, hóast hetta er blivi betri.
– Í besta hópinum blíva lokalu leikararnir eldri, og tað er eitt stórt lop niður til næsta ættarliðið. Vit hava merkt stóra frágongd, tá leikarar blíva 16-17 ára gamlir. Tað er til fótbóltin og sjógvin, at vit í stóran mun missa leikarar í hesum aldrinum. Í ár sær út til at eydnast at fáa mannað eitt U16-lið, so kanska tað fer at broytast. Besta liðið venur 3-4 ferðir um vikuna umframt dyst í vikuskiftinum. Tað kemst vegna manglandi hallartímarnar. Støðan er betri, men tað mangla framvegis tímar, og tað eru ov nógv feløg um tímarnar, sigur Óli.
Áki Mørk passar væl til felagið
Áki Mørk, høvuðsvenjari há besta liðnum, byrjaði mitt í kappingarárinum 2019/20 og hetta er hansara 2. kappingarár, har hann er høvuðsvenjari frá byrjan.
– Vit eru sera væl nøgdir við hann sum venjara. Hann er rímiligur í krøvum og skilir støðuna, at vit hava nógvar familjumenn, sum arbeiða fulla tíð viðsíðuna av. So tað er ikki altíð so lætt, men tað dugur Áki væl at liva við.
Neyvan samanlegging við Stjørnuna
Team Klaksvík hevur hetta kappingarárið samstarv við Stjørnuna um nøkur ungdómslið. Men Óli sær ikki fyri sær, at feløgini leggja saman enn.
– Summi halda kanska, at tað hevði verið skilabest at lagt Team Klaksvík og Stjørnuna saman. Men í løtuni er tað ikki uppá tal. Persónliga vænti eg, at man er fíggjarliga ov langt frá hvørjum øðrum. Vit og Stjørnan hava ein dýran hóp. Umstøðurnar koma at krevja tað av báðum liðunum eina løtu afturat, áðrenn man er ordiliga har, at man hevur lokal lið. Tí vænti eg, at tað verður trupult at leggja saman uttan, at tað gongur útyvir besta liðið hjá antin Stjørnuni ella Team Klaksvík. Men vit samstarva nú í yngru deildunum, og tað ger tað lættari hjá báðum feløgunum. Í summum førum venja gentur og dreingir saman, og vit fáa størri nyttu av tímunum, sum eru tøkir, sigur Óli á Gravarbø at enda við Norðlýsið.



