Men eingin avgerð bleiv í dag.
Team Klaksvík kundi tryggja sær sigurin í niðara endapælinum við sigri á KÍF í dag. Men tað eydnaðist ikki. Team Klaksvík førdi 20-18, men KÍF vann 7-3 í síðstu 10 minuttunum og vann dystin 25-23. Tað merkir, at KÍF er tvey stig frammanfyri Team Klaksvík. Team Klaksvík hevur ein dyst færri og megnar Team Klaksvík at vinna á StÍF, sum einki stig hevur, so vinnur Team Klaksvík sum skilst niðara endaspæl og peningaupphæddina á 10.000 kr., tí liðið er eitt mál betri innanhýsis dystum enn KÍF. Málini hjá Team Klaksvík í dag skoraðu Jens Pauli Mohr (7), Christoffer Madsen (6), Hørður F. Sigtórsson (4), Sámal á Tjaldrafløtti (3), Beinir Johannesen (2) og Vilhelm Vilhelmsen. Hjá KÍF skoraði Hans Eli Sigurbjørnsson 10 mál.
Team Klaksvík-StÍF spæla leygardagin í Klaksvíkar Badmintonhøll.


