Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík misti alt síðstu løtuna

Jákup Ósá

Team Klaksvík førdi nærum allan dystin, men tapti.

KÍF vitjaði í Klaksvík í dag. Team Klaksvík fekk betri byrjan og førdi 12-9 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki førdi Team Klaksvík allan vegin líka til síðsta minutt, tá Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði avgerandi málið. KÍF vann 22-21.

Málini hjá Team Klaksvík skoraðu Vuk Stevanovic (9), Valentino Valentakovic (3), Ludvík Súnason (3), Vilhelm Vilhelmsen (3), Hans Arni B. Thomsen, Sámal á Tjaldrafløtti og Jens Pauli Mohr.