Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík misti leiðslu á 4 mál

Jákup Ósá

Team Klaksvík førdi við 4 málum eitt skifti í seinna hálvleiki.

Dystur í FTZ deildini er í Klaksvík í kvøld. Fylg dystargongdini her.

Dysturin byrjar kl. 20.00 og fitt av heimaáskoðarum eru møttir upp. Dómarar eru Niclas Niclasen og Aleksandur Johansen.
1 min.: Jens Pauli Mohr til 1-0 til Team Klaksvík (TK)
3 min.: Bogdan Florea til 2-0
5 min.: 4-2 til TK
6 min.: 5-3 til TK, sum hevur havt gott tak á dystinum higartil. Serliga Jens Pauli og Bogdan hava verið eyðsýndir í álopinum.
9 min.: Sámal á T. Olsen til 7-4 til TK 
11 min.: Sámal er skjótur fram og skorar til 8-5. Jonleif Sólsker, venjari hjá Neistanum, biður um time out og er í øðini inná sínar leikarar, tí hansara orð hoyrast nærum um alla høllina.
12 min.: Teis Horn til 8-6, men Hanus Norðberg skorar aftur beinanvegin til 9-6. Rói B. Hansen skorar síðani við brotskasti til 9-7.
13 min.: Rói skorar eftir skjótálop. Dánjal verður síðani útvístur og nú dregur saman millum liðini. Nú er 9-9 og sigast má, at time out hjá Neistanum hjálpti væl. 
15 min.: 10-10
16 min.: Niels Viggo Niclasen til 11-10, men Andras Joensen javnar aftur fyri Neistan. Bogdan missir síðani bóltin heldur óneyðugt og neistin kann nú fyri fyrstu ferð fáa leiðsluna. 
18 min.: Neistin megnar ikki at fáa leiðsluna, men tað ger TK heldur ikki. Jens Pauli er púra fríður á vonginum, men Jan Pauli Johannesen bjargar væl. Neistin fær síðani heldur ikki mál, men tað fær Niels Viggo. 12-11 til TK. 
22 min.: Fá mál í løtuni, har málverjarnir og verjurnar standa væl. Danski Kristoffer Kothaus í TK málinum hevur havt fleiri góðar bjargingar seinastu løtuna. TK tekur time out og støðan er 12-11 til heimaliðið. 
23 min.: Jens Pauli til 13-11
24 min.: Bogdan blívur blokkeraður og John í Innistovu revsar við skjótálopi. 13-12.
25 min.: Vilhelm Vilhelmsen til 14-12
26 min.: Dánjal Kjærbo til 15-13
27 min.: Vælleikandi Niels Viggo til 16-14. Heimaliðið vísir sítt besta álopsspæl higartil í ár.
28 min.: Jens Pauli til 17-14
29 min.: Niels Viggo til 18-15
Hálvleikur: 18-15 til TK.
Dómaraseðilin frá fyrra hálvleiki er viðheftur. Toppskjúttar hjá TK eru Niels Viggo Niclasen og Jens Pauli Mohr við 4 málum, meðan Tommy Fletcher hevur skorað 5 mál fyri Neistan. Verjuspælið og málmansspælið hjá TK kundi verið betri, men í álopinum hevur ligið sera væl fyri, sum 18 mál eisini staðfesta. Harafturat hava verið nógvir stórir møguleikar til enn fleiri mál. 
32 min.: Jens Pauli til 19-15
34 min.: Rói B. Hansen við tveimum málum. 19-17
35 min.: Terji Mørk til 19-18
36 min.: Bogdan til 20-18. Síðani bjargar Kristoffer skoti frá John í Innistovu, sum tó ger tað gott aftur í næsta álopinum. 20-19.
37 min.: John í Innistovu til 20-20
38 min.: Niels Viggo til 21-20
38 min.: So kom neistin á odda fyri fyrstu ferð í dystinum. Rói eftir skjótálop. 21-22. TK missir síðani bóltin aftur og Djumic skorar til 21-23.
39 min.: Uppá fáar minuttir hevur TK mist eina leiðslu uppá 4 mál. Frá 19-15 í 32. minutti er støðan nú 24-21 til Neistan 7 minuttir seinni. TK tekur time out.
40 min.: Teis Horn fær útvísing. 
42 min.: Hanus Norðberg til 22-24
44 min.: Djumic til 22-25 og síðani 22-26.
47 min.: 28-22 til Neistan. TK fær als ikki spælið at koyra og leikararnir á heimaliðnum spæla uttan yvirskot, sum vit sóu í fyrra hálvleiki. Hinvegin hevur Neistin funnið sítt góða spæl fram og spæla skjótan hondbólt í løtuni. 
53 min.: 31-24 til Neistan og dysturin tykist vera avgjørdur.
Liðugt: Tað endaði 33-26 til Neistan. Neistin vann dystin í minuttunum frá 32. til 39. minutt, tá alt vendist. Seinastu 20 minuttirnar var í veruleikanum ongantíð spenningur um dystin.Neistin vann seinna hálvleik 18-7 og tað sigur alt um gongdina í seinna hálvleiki. Hinvegin spældi TK ein fínan fyrra hálvleik, tá hugsað verður um álopsspælið. Myndir frá dystinum koma út seinni í kvøld. 
Dómaraseðilin er viðheftur. Hjá TK var Bogdan Florea toppskjútti við 6 málum, meðan Tommy Fletcher og Rói B. Hansen skoraðu 7 mál fyri Neistan.