Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík reisti seg

Jákup Ósá

Team Klaksvík tók ímóti Kyndli í dag.

Team Klaksvík skuldi helst vinna dystin móti Kyndil, sum lá aftast undan dystinum. Og Team Klaksvík vann og reisti seg eftir nøkur tap á rað. Team Klaksvík vann 29-26 eftir 14-11 í hálvleikinum. Við sigrinum er Team Klaksvík fyribils á 4. plássi, tí við fleiri dystum enn Neistin, sum er komandi mótstøðulið í Klaksvík í komandi viku.

Málini hjá Team Klaksvík skoraðu Vuk Stevanovic 10, Jens Pauli Mohr 6, Sámal á Tjaldrafløtti 6, Ludvík Súnason 3, Vilhelm Vilhelmsen 2, Sámal Jákup Djurhuus og Tummas Simonsen.