Team Klaksvík hevur í vikuni gjørt sáttmála við høvuðsungdómsvenjaran Hera Johnsson.
Týsdagin gjørdi Team Klaksvík avtalu við Hera Johnsson, sum verður høvuðsungdómsvenjari hjá felagnum komandi ár. Tað váttar Kristian Andreasen, ið er formaður í Team Klaksvík.
Heri er ikki ókendur í felagnum og takkaði fyrr í summar fyri seg sum formaður í Team Klaksvík.
– Heri hevur ongantíð dult, at hansara hjartamál er ungdómsarbeiðið í felagnum, og tí er tað ein sjálvfylgja fyri leiðsluna í felagnum, at Heri verður tættari knýttur at ungdóminum. – Heri hevur tikið ymiskar venjaraútbúgvingar og er í gongd við at byggja uppá tær útbúgvingar, so onki er at ivast í, at hann hevur fakligur førleikarnar, sum krevjast fyri at standa á odda fyri ungdóminum. Heri kemur, saman við einum leiðslubólki fyri ungdómin, at stinga út í kortið eina langtíðarætlan fyri menningina av ungdóminum í felagnum, sigur Kristian Andreasen.




