Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík sett nýggjan venjara

Jákup Ósá

Team Klaksvík hevur fingið nýggjan venjara.

Undan kappingarárinum vóru Svein Rógvi Nielsen Ljósstein og Hans Arni Thomsen settir sum venjarar hjá Team Klaksvík. Men tað eru teir ikki meir. Team Klaksvík hevur sett Áka Mørk sum venjara. Áki hevur royndir sum venjari hjá besta liðnum hjá Neistanum.

Team Klaksvík hevur enn ikki fingið nakað stig hetta kappingarárið í seks dystum.