Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík spælir í kvøld

Jákup Ósá

Neistin tekur ímóti, tá Team Klaksvík skal til at fáa úrslit á útivølli.

Neistin tekur ímóti, tá Team Klaksvík skal til at fáa úrslit á útivølli.

Neistin hevur heldur óvæntað verið eitt av bestu liðunum í bestu deildini hjá monnum í ár. Liðið er nærum óbroytt frá í fjør, tá liðið byrjaði næstan heilt av nýggjum undir leiðslu av Áka Mørk. Vinnur Neistin í kvøld, so liggja teir á 2. plássi og sigur tað mest um støðuna, hvussu góð byrjanin hevur verið hjá teimum. Hjá Team Klaksvik hava útidystirnir sjáldan gingið serliga væl og liðið hevur tapt stórt. Besta úrslitið kom seinasta vikuskiftið, tá liðið tapti við 8 málum á Skála. Sum so ofta so er tað verjuparturin sum haltar og fara alt ov nógv mál inn. Fær Team Klaksvík stýr á verjupartinum, so kann liðið geva teimum flestu mótstøðu eisini á útivølli.

Dysturin í høllini á Hálsi í Havn byrjar kl. 18.30 í kvøld.