Í dag spælir Team Klaksvík søguligan dyst, har liðið fært staðfest, um tað verður heiðursmerkið ella ikki í tí, sum óansæð er besta kappingarárið í søgu felagsins.
Dysturin er á útivølli móti VÍF, sum endaði nr. 3 í grundspælinum og tí eigur heimavøllin, nú dysturin millum tapandi hálvfinalistarnar er á skránni. Úrslitini í landskappingini millum liðini vóru Team Klaksvík-VÍF 27-28, VÍF-Team Klaksvík 32-24 og Team Klaksvík-VÍF 25-31.
Dysturin í Vestmanna byrjar kl. 17.00.




