Tað var stórur munur á liðunum, tá Team Klaksvík spældi sína fyrstu hálvfinalu í søgu felagsins.
Sera stór áskoðarafjøld hevði leitað sær í Badmintonhøllina. Bæði Team Klaksvík og H71 høvdu nógv fleiri viðhaldsfólk enn um talan var um vanligan landskappingardyst, og tað merktist, at nú stóð meir uppá spæl enn vanligt. Fyri tey sum til dagligt leggja stórt arbeiðið í felagið, so eru tað slíkir dystir við nærum fullari høll, sum felagið droymir um áðrenn kappingarbyrjan.
Men spenning fingu vit ikki í dystinum, kanska eitt sindur sum væntað fyri mong. Tí H71 2022 er eitt lið, sum av mongum verður mett sum óvanliga gott eftir føroyskum mátistokki. Team Klaksvík byrjaði við at taka málverjan út til álopini, men hóast hetta, so hevði liðið torført at spæla seg til stórar málmøguleikar fyrstu løtuna. Hinvegin hevði H71 lætt við at spæla seg til málmøguleikar og var tað ikki fyri nakrar góðar bjargingar frá David Henigman, so hevði H71 ført enn meir fyrstu løtuna enn 3-0 eftir 6 minuttum. Munurin øktist og í hálvleikinum var 16-10 til H71 og dysturin var longu avgjørdur.
Í seinna hálvleiki bleiv munurin við at vaksa og seinastu minuttirnar av dystinum góvu bæði liðini spælitíð til ungar eykaleikarar, sum vanliga ikki fáa nógva spælitíð. Úrslitið gjørdist 33-20 til H71.
Team Klaksvík hevur ment seg og fekk flott úrslit við at koma í hálvfinaluna sæð í søguligum samanhangi. Men norðoyingar sóu eisini, hvussu langt tað er uppá toppin, har H71 tykist verða í einum flokki fyri seg í løtuni.
Málskjúttar hjá Team Klaksvík vóru Vuk Stevanovic (7), Beinir Johannesen (5), Jens Pauli Mohr (3), Vilhelm Vilhelmsen (2), Sámal á Tjaldrafløttti (2) og Sakaris Ludvík Súnason.




