Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík tapti við fimm málum

Jákup Ósá

Team Klaksvík spældi í dag sín seinna dyst í Bosnia & Hersegovina móti RK Sloboda.

Team Klaksvík tapti fyrra dystin 30-19. Í dag gekk nakað væl betri, tí í dag vann heimaliðið ”bara” 23-18 eftir hálvleiksstøðuna 17-11. Sostatt er fyrsta árið hjá Team Klaksvík í altjóða hondbólti liðugt og uttan iva ein rúgva av lærdómi og royndum til felag og leikarar til komandi tíðir. 

Málskjúttar hjá Team Klaksvík í dag vóru: Nikolai Bliznov (5), Sámal á Tjaldrafløtti (3), Ludvík Súnason (2), Vilhelm Vilhelmsen (2), David Henigman, Petur Martin Eliasen, Bryan Slyne, Suni Dalsgaard, Beinir Johannesen og Dávid Danielsen.