Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík tók ikki av

Jákup Ósá

Team Klaksvík er í menning og gjørdi aftur í dag stór framstig og skuldi eisini fingið nakað burturúr hesum dystinum.

Í fyrra hálvleiki var Neistin tó betra liðið og hevði lætt við at skora mál, har serliga Jugoslav Djumic var eyðsýndur frá høgra bakki. Hjá Team Klaksvík gekk trupult fyrstu løtuna og vóru klaksvíkingar aftanfyri við 4 málum til tíðir. Men móti hálvleiki dróg saman og í hálvleikinum var bara eitt mál á muni. 16-15 til Neistan.

Javna støðan helt sær allan seinna hálvleik, har tað ongantíð var stórvegis munur á liðunum. Team Klaksvík kom enn tá á odda 22-21, tá 12 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Men Neistin svaraði aftur og vann seg framu 24-22.

Avgerðin

Seinastu 9-10 minuttirnir blivu avgerandi. Dysturin var javnur og støðan var 25-25, tá 9 minuttir vóru eftir. Men tá byrjaði Team Klaksvík at brenna teir mest uppløgdu møguleikarnar, sum finnast í hondbólti og serliga vóru tað leikararnir á vonginum, sum høvdu tað trupult eins og møguleikar blivu brendir, tá leikarar vóru einsamallir við málverjanum í skjótálopi. Neista menn tóktust meira kaldir í avgerandi løtununum og hóast Team Klaksvík fekk seinasta álopið, so tók vælleikandi Mikkjal Hansen skotið. Neistin vann dystin 28-27.

Team Klaksvík er í framgongd. Fyrsta dyst taptu teir við 21 málum, síðani 6 málum og í dag við einum máli. Igor Petrikeev vísti eisini stóra framgongd og hevði nøkur góð skot og endaði á 7 málum. Besti leikari var Zarko Pejovic, sum skoraði 10 mál.

Annars vóru málskjúttarnir hjá Team Klaksvík hesir: Zarko Pejovic 10, Igor Petrikeev 7, Andrias Ellingsgaard 4, Sámal á T. Olsen 3, Dánjal Kjærbo 2 og Vilhelm Vilhelmsen 1.