Framúr byrjan hjá Team Klaksvík í landskappingini.
Team Klaksvík var í Hoyvík í kvøld og vitjaði H71. Talan gjørdist um ein spennandi dyst. H71 hevði leiðsluna stóran part av dystinum og førdi 12-10 í hálvleikinum. Gongdin helt fram til áleið 10 minuttir vóru eftir. Tá fekk Team Klaksvík leiðsluna og so skiftust liðini um at vera á odda. Síðstu løtuna lá betri fyru hjá Team Klaksvík og ein útvísing hjá H71 gjørdist eisini dýr. Team Klaksvík vann 29-28.
Málini hjá Team Klaksvík skoraðu: Valentino Valentakovic 7, Vuk Stevanovic 7, Jens Pauli Mohr 4, Sámal á Tjaldrafløtti 4, Beinir Johannesen 3, Vilhelm Vilhelmsen 2, Sámal Jákup Djurhuus 1 og Tummas Simonsen 1.
Úrslitið merkir, at Team klaksvík í trimum útidystum móti Neistanum, KÍF og H71 hevur fingið 5 stig.




