Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík vann móti enn einum toppliði

Jákup Ósá

Team Klaksvík vann á Neistanum í gjár.

Neistin var á odda størsta partin av dystinum í Klaksvík. Í hálvleikinum var 16-14 til Team Klaksvík. Tá 10 minuttir vóru eftir var 30-25 til Neistan. Men í einum øgiligum endaspurti megnaði Team Klaksvík at koma framum móti endanum av dystinum og vinna 33-32 í einum málríkum dysti. Team Klaksvík hevur fyrr í ár vunnið móti H71 og KÍF. Felags fyri øll er, at tey kappast í toppinum. Hinvegin hevur Team Klaksvík tapt allar dystirnar móti báðum botnliðunum, Kyndil og StÍF.

Tað tykist sum um útlendsku leikararnir hava styrkt væl um liðið í ár, tí báðir teir nýggju útlendingarnir skoraðu 12 og 7 mál. Málskjúttarnir hjá Team Klaksvík vóru: Valintino Valentakovic (12), Vuk Stevanovic (7), Beinir Johannesen (3), Ludvík Súnason (3), Sámal á Tjaldrafløtti (3), Jens Pauli Mohr (3), Kjartan á Gravarbø og Vilhelm Vilhelmsen.