Mest óvæntaða úrslitið í kappingarárinum higartil.
Í hálvleikinum var Team Klaksvík á odda 15-14. Men H71, ið hevur vunnið føroyameistaraheitið síðstu árini, svaraði aftur í seinna hálvleiki og kom fýra mál framum. Tá sá einki út hjá heimaliðnum. Men so vendi alt og Team Klaksvík vann 27-26.
Málini hjá Team Klaksvík skoraðu: Valentino Valentaković (8), Sámal á Tjaldrafløtti (6), Vuk Stefanovic (4), Beinir Johannesen (3), Vilhelm Vilhelmsen (2), Kjartan á Gravarbø, Mark Dahl, Einar Dam og Dánjal Kjærbo.
Sí brot av síðstu løtuni niðanfyri. Upptøkuna eigur Team Klaksvík.


