Team Klaksvík avgjørdi síðstu løtuna í spennandi fjórðingsfinluni í Kollafirði.
KÍF var á odda 18-14 eitt skifti í seinna hálvleiki, men so kom Team Klaksvík aftur. Jens Pauli Poulsen skoraði til 22-21, tá 17 sekund vóru eftir. Tá fá sekund vóru eftir hevði David Henigman eina tvíbjarging. Team Klaksvík vann 22-21.
Team Klaksvík er sostatt í hálvfinaluni annað árið á rað.
Málskjúttar hjá Team Klaksvík: Jens Pauli Poulsen (7), Nokolay Bliznov (4), Beinir Johannesen (3), Sakaris Ludvík Súnason (3), Jóhan í Garðastovu (2), Jure Fistonic (2) og Sámal á Tjaldrafløtti.





