Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík vann týdningarmiklan dyst

Jákup Ósá

Team Klaksvík vann heimadystin móti StÍF í kvøld.

Team Klaksvík var á odda allan dystin og til tíðir eina greiða leiðslu. Men móti endanum kom spenningur í dystin, og StÍF fekk síðsta álopið og hevði møguleikan at javna, men kom ikki til skot. Sostatt vann Team Klaksvík 28-27. Team Klaksvík spældi allan dystin við 7 álopsleikarunum við tað at málverjin bleiv tikin út og tað riggaði sum heild væl, eisini tí at StÍF misnýtti nógvar stórar møguleikar, har David Henigman í Team Klaksvík málinum vísti stórspæl.

Team Klaksvík liggur framvegis á 4. plássið sum gevur hálvfinalupláss, men kappingin er sera hørð við StÍF og Neistan um plássið. Um eina viku spælir Team Klaksvík á heimavølli móti Neistanum, og tað kann blíva ein tann mest avgerandi dysturin um, hvør kemur víðari.

Málini hjá Team Klaksvík skoraðu Vuk Stevanovic (9), Jens Pauli Mohr (6), Beinir Johannesen (4), Valentino Valentakovic (3), Ludvík Súnason (2), Vilhelm Vilhelmsen (2) og Jan Eli Ragnarsson (2).