Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík-VÍF 21-27

Jákup Ósá

Vit fylgja gongdini í Klaksvík millum bestu mansliðini hjá Team Klaksvík og VÍF. Dysturin byrjar kl. 18.00. Dómarar eru Dánial Hansen og Thomas Juul S. Thomsen.

Hjá VÍF sást, at Filip Jojic neyvan spælir stóran leiklut í dag. Hann er í spæliklæðum, men hitar ikki upp saman við hinum.

3 min.: Andrias Ellingsgaard til 1-1.
4 min.: 3-3. Bogdan Florea og Andrias Ellingsgaard hava skorað fyri Team Klaksvík (TK). Hjá VÍF spælir Heini Hanusarson bara í verjuni.
TK spælir við hesum liðnum fyrstu løtuna: Dragan Kondic, Jens Pauli Mohr, Bogdan Florea, Dusko Petrusic, Sámal á T. Olsen, Vilhelm Vilhelmsen og Andrias Ellingsgaard.
6 min.: 3-4 (VÍF frammanfyri)
8 min.: 3-5. VÍF dekkar langt úti við tveimum verjuleikarum, sum liggja hjá Dusko og Sámal. Men hetta órógvar ikki so nógv TK, sum er komið til nógvar góðar mál møguleikar fyrstu løtuna.
11 min.: Nú hevur VÍF fingið yvirtakið. Vestmenningar standa væl í verjuni og í álopinum er serliga Andrias Eriksen á høgra vongi eyðsýndur og hevur skorað fleiri mál. TK hevur júst tikið time out.
13 min.: VÍF dregur frá og er nú á odda 9-3.
18 min.: 5-11
19 min.: Bogdan Florea til 7-12
20 min.: Vilhelm til 8-12
22 min.: Dánjal til 9-12. VÍF tekur nú time out.
25 min.: 10-13. TK í álopi. Dysturin hevur javnað seg út aftur seinastu minuttirnar.
28 min.: Beinur Heðinson til 11-14
29 min.: Beinur við brotskasti til 12-15. TK í álopi. 
Hálvleikur. 16-12 til VÍF, sum skoraði í seinastu sekundunum.
Málskjúttar fyrra hálvleik:
TK: Bogdan 4, Beinur 2, Dánjal 2, Andrias 2, Sámal 1 og Vilhelm 1
VÍF: Julian 5, Áki 3, Mads 3, Andrias 2, Sjúrður 2 og Hanus 1
31 min.: Dánjal til 13-16
33 min.: Mads til 13-18
33 min.: Dusko við brotskasti .14-18
35 min.: Bogdan til 15-19
38 min.: Dusko til 16-19
39 min.: 16-19. TK í álopi.
40 min.: VÍF dekkar framvegis við tveimum leikarum næstan heilt úti á Dusko og Sámal. Spælið hjá TK er av tí sama rótut. TK verjan og málverjin standa seg væl í løtuni.
41 min. Áki til 16-20. Bogdan skorar beint eftir. 17-20.
43 min.: TK tvær útvísingar. VÍF hevur revsað tað og er á odda 17-22 nú.
44 min.: 17-22. Tóki Seloy í VÍF málinum hevur tikið nøkur góð skot seinastu løtuna.
46 min.: 17-22. TK tekur time out. TK eigur álop nú. Skal TK fáa VÍF aftur, so skal heimaliðið byrja at minka um munin nú.
47 min.: Jens Pauli til 18-22
48 min.: Sámal á stongina. Hann og Dusko hava ikki fingið skotið nógv, tí teir hava verið mansuppdekkaðir allan dystin. 18-22.
49 min.: Sjúrður til 18-23. Andrias til 19-23. TK í álopi.
51 min.: Áki til 19-24. VÍF hevur framvegis rímuliga trygga leiðslu, sum VÍF vann sær tíðliga í dystinum. Men tað gongur javnt á í seinna hálvleiki.
53 min.: 19-24. VÍF í álopi. 
54 min.: Bogdan til 20-25
56 min.: So tykist sigurin vera heima hjá VÍF. 26-20 er oddaliðið frammanfyri nú.
57 min.: Áki til 20-27. Vilheml til 21-27. 
58 min.: Dusko misnýtti brotskast. TK leikararnir vísa góðan hugburð og stríðast til tað seinasta, men leiðslan sum VÍF vann sær tíðliga í fyrra hálvleiki bleiv avgerandi.
59 min.: 21-27
Liðugt: 21-27
TK kom skjótt afturum við nógvum málum, men kláraði áðrenn hálvleik at minka munin niður á 3 mál. Hesin munurin helt sær størsta partin av seinna hálvleiki. VÍF mansvardi Sámal og Dusko allan dystin, og tað ávirkaði spælið nógv, har Heini Hanusarson stýrdi VÍF verjuni við hepnari hond. TK liðið vísti góðan hugburð og gav harða mótstøðu stóran part av dystinum.
Harleyfacadeacryl