Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Team Rynkeby Føroyar súkklar kring Danmark

Jóhann Lützen

Heldur ikki í ár er tað møguligt hjá Team Rynkeby Føroyum at súkkla til París vegna koronastøðuna, men ístaðin verður súkklað í Danmark.

Hósdagin 8. juli byrjar túrurin við tiltaki kl. 10.30 á Helnabrekku í Klaksvík. Eftir tiltakið í Klaksvík verða fyrstu 100 km á túrinum súkklaðir, tá ið leiðin gongur til Havnar umvegis Toftir og gjøgnum Sundalagið, áðrenn tey enda í Havn. Á leiðini suður vitjar liðið nakrar av stuðlunum, og møguleiki verður at heilsa upp á súkklararnar.

Skráin fyri túrin hósdagin er henda:

Kl. 10:30: Helnabrekka í Klaksvík. Kl. 11.15: Fráferð úr Klaksvík.
Kl. 13.05: Bátafelagið á Toftum.
Kl. 13:50: Betri í Saltangará.
Kl. 14:25: Bakkafrost.
Kl. 15:55: Margáir.
Kl. 18:25: Móttøka á Perlutorginum við Reinsaríið.

Seinni um kvøldið fara rynkurnar við Norrønu til Danmarkar.
Leygardagin 10. juli kemur liðið til niður, og súkklað verður í Jútlandi, á Fjóni og á nøkrum av lítlu oyggjunum. Viku seinni endar túrurin í Hirtshals, tá ið súkklararnir fara umborð aftur á Norrønu og leggja leiðina heim til Føroya. Á ferðini verða súkklaðir 1260 km.

Á túrinum í Danmark fer Team Rynkeby Føroyar regluliga at leggja myndir út á sosialu miðlarnar, og fólk kunnu fylgja ferðini har.