Útróðrarbátarnir úr Norðoyggjum hava roynt vestanfyri í Vágahavinum. Kári Klettskarð í Kongsstovu, skipari á Kallanes segði fyri løtu síðani, at teir hava um 6.000 pund á 30 stampum í dag. Annars hava teir verið fýra samanhangandi túrar vestanfyri nú, har teir hava havt tveir túrar á 9.500 pund á 40 stampum og ein túr har teir fingu 6.500 pund. Kári Klettskarð í Kongsstovu letur væl at fiskinum vestanfyri og sigur at umleið ein triðingur av veiðuni hevur verið toskur hesar dagarnar.
Norðsøki og Líðhamar hava eisini verið vestanfyri og hava givið ávikavist 12.600 og 10.800 pund upp til sølu á Fiskamarknaðinum.



