Fríggjadagin kom útgávan “Songs From A Social Distance” hjá Teiti & Aarhus Jazz Orchestra út á Stunt Records í samstarvi við Arlo & Betty Recordings.
Útgávan fevnir um 10 løg, sum snúgva seg um korona og hendingar sum fara fram um eina vitjan á eitt posthús í Los Angeles, samstundis sum Black Lives Matters mótmæli og endurvalið av Trump leikar í. Orðini eiga Amerikanski rithøvundurin Roy Freirich, tónleikur og útsetingar eru gjørdar av Teiti.
Upptøkurnar eru gjørdar í Aarhus Domkirke við fjarstøðu eftir at ein konsertferð var avlýst, tá ið ikki var loyvi at fara á konsert.
Aarhus Jazz Orchestra er stjórnað av Søren Møller.




