Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tekniski Skúli opið hús

Jóhann Lützen

Leygardagin 4. mars kl. 10 – 14 bjóðar TSK almenninginum at vitja skúlan. Tiltakið er serliga viðkomandi fyri komandi næmingar.

 

Skráin 

Kl. 10:20 
Økisleiðarin Kjartan Gaard Sleire fer at greiða frá um nýggju ítróttar- og heilsuleiðina, sum skúlin bjóðar út. 
  
Kl. 10:40 
Jóhanna Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini, fer at greiða frá um ítróttarmøguleikar og ítróttarøkið í býnum. 
  
Kl. 11:00 
Heilsurenning verður á rennibreytini. Næmingar á skúlanum fara saman við Treysti at skipa fyri. Luttakararnir ganga & renna 30 min. á rennibreytini. 
Eftir renningina fara næmingar á Tøknibreytini at gera heilsukanningar. Til ber at kanna blóðtrýst, vekt, BMI og lungnakapasitet. 
Skúlin bjóðar frukt og okkurt svalandi eftir renningina. 
  
Kl. 12:00 
Matvørudeildin bjóðar smakkiroynd av royktum laksi við bakaðum rótfruktum. Eisini verður suppa og breyð at fáa. Atgongumerki á 100 kr. kunnu keypast í avgreiðslu skúlans. 

 

Næmingar á skúlanum skipa fyri verkstovum, har teir greiða frá ymiskum verkætlanum, ið teir hava gjørt. 

Høvi verður at síggja lestrarumhvørvið og at tosa við lestrarvegleiðarar. 

Serbreytin bjóðar kaffi og vaflur til tey vitjandi. 
  
Øll eru hjartaliga vælkomin!