Kringvarpið hevði hóskvøldið ein forkunnugan tíðindastubba úr Klaksvík, sum mest av øllum minti um “Den forsvundne Fuldmægtig” hjá Hans Scherfig. Tekniski stjórin í Klaksvíkar Kommunu er farin til hús frá arbeiði fríggjadagin í farnu viku, og hevur ikki víst seg síðani. Eftir øllum at døma er talan tó ikki um nakra krimigátu, tí topparnir í Klaksvíkar Kommunu tykjast vita hví og hvat. Men teir vilja onki siga.
Kringvarpið hevur spurt seg fyri hjá Klaksvíkar Kommunu, men kommunustjórin, Rúni Rasmussen, vil onki siga. Heldur ikki vil borgarstjórin siga nakað, og vísir til fyrisitingina – ið sum sagt heldur onki vil siga. Tað kom tó fram í brotinum, at setanarviðurskiftini hjá tekniska stjóranum hava verið til viðgerðar í Fíggjarnevndini hjá kommununi, ið samtykti at leingja setanina hjá Óla Jákupi Bech, tekniskum stjóra, við 3 árum.
Eftir tað varð farið í holt við at skriva ein nýggjan sáttmála, men borgarstjórin vil hvørki vátta ella avsanna at hava skrivað undir uppá hendan longda sáttmálan. Í august var nýggjur fundur í Fíggjarnevndini, aftur um setanarviðurskiftini hjá tekniska stjóranum, men hesin fundurin var fyri afturlatnum hurðum, og tí fæst onki at vita um, hvat varð samtykt á honum. Hvørki borgarstjórin ella kommunustjórin vilja upplýsa nakað um tað.
Kringvarpið hevur eisini spurt, um tekniski stjórin er burturvístur, og heldur ikki her vil nakar svara, men í klippinum kom eisini fram, at tekniski stjórin framvegis er í starvi og fær løn frá kommununi, og tá er talan neyvan um nakra burturvísing.
Eftir stendur, at fyri borgaran í Klaksvíkar Kommunu er tað ein gáta, hvat man vera hent við tekniska stjóranum í kommununi. Og somuleiðis er tað ein gáta, hví tað verður hildið loyniligt.




