Klaksvíkar Kommuna og nú fyrrverandi tekniski stjórin hjá henni eru komin rættiliga í andglettin av eini handfaring av setanarviðurskiftum, ið at síggja til hevur verið heilt margháttlig. Ein leinging av sáttmálanum endaði við eini uppsøgn, burturvísing skuldi geva løn, og rósandi skoðsmál í gerðabókini bleiv útskift við eina fráfaringaravtalu. Her ruggar ikki rætt, men ongin vil siga nakað.
Fyrr í ár bleiv áramálssetta setanin hjá Óla Jákup Bech longd til 2026. Seinni í ár fekk hann ætlanarskriv um burturvísing. Nú avtornar, hevur kommunan gjørt eina fráfaringaravtalu, sum KVF ikki fær innlit í. Men hetta er so tað, vit vita:
21. august samtykti Fíggjarnevndin í býráðnum at enda samstarvið við tekniska stjóran. Kommunustjórin, Rúni Rasmussen, helt ikki, at setanin kundi halda fram, sambært KvF “vísandi til umstøðurnar” og eitt upprit, sum innlit heldur ikki fæst í. Rúni Rasmussen hevur gjørt eina fráfaringarætlan við Óla Jákup Bech, sum eisini er í trúnaði, men í Gerðabókini hjá Fíggjarnevndini stendur, at Óla Jákup Bech í mesta lagi fær uppsagnarløn í 4 mánaðir.
KvF veit at siga, at lønin eftir nýggja setanarsáttmálanum, ið kom í gildi 1. august, er áljóðandi kr. 58.867 + 9.419 í eftirløn um mánaðin. Men tann sáttmálin sigur eisini, at sjálvt um tekniski stjórin skuldi verið burturvístur, so skuldi hann fingið 3-ára løn umframt uppsagnarlønina.
At rinda løn í meira enn trý ár til ein, ið verður burturvístur, er sera óvanligt, fyri ikki at siga óhoyrt, og møguliga var tað springandi punktið, ið ikki kundi góðtakast. Men hetta er bert eitt git.
Í øllum førum framgongur av Gerðabókini, at Fíggjarnevndin varð biðin um heimild til burturvísing; ætlanarskriv um burturvísing varð givið nú fyrrverandi tekniska stjóranum, og samstarvið millum Klaksvíkar Kommunu og Óla Jákup Bech varð mánadagin slitið við einari fráfaringaravtalu.
Á miðdegi 2. september segði tíðindasendingin í KvF, at tekniski stjórin í juni hevði fingið sera mong rósandi orð frá Fíggjarnevndini eftir Gerðabókini hjá nevndini at døma, so at síggja til er okkurt álvarsamt hent millum 22. juni og einaferð miðskeiðis í august mánaði í ár, ið hevur gjørt víðari samstarv ógjørligt, men júst hvat fáa vit ikki at vita.
Rúni Rasmussen er í løtuni bæði kommunustjóri og virkandi tekniskur stjóri.



