Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Televarpið yvirskot í 2005

John William Joensen

Televarpið hevur havt nevndarfund í dag, har roknskapurin fyri 2005 varð lagdur fram og góðkendur.

Úrslitið í 2005 varð kr. 732.000 eftir skatt, og er hetta ein vøkstur á kr. 2,5 mió í mun til 2004.
Nettosølan er hækkað við 32 % úr kr. 10,2 mió. í 2004 til kr. 15 mió. Televarpið hevði við árslok 5.206 haldarar, ið er ein øking uppá 21 %.
 
Nevnd og stjórn eru nøgd við úrslitið. Úrslitið vísir, at Televarpið eftir minni enn trimum árum hevur rokkið málsetningarnar um eitt positivt roknskaparúrslit fyri felagið. Stóra framgongdin er grundað á vaksandi haldaratilgongd, skynsama kostnaðarstýring og effektiva umsiting. Í Televarpinum starvast trý fólk.
 
Útlitini fyri 2006 eru góð. Miðað verður eftir enn betri úrsliti fyri roknskapin í 2006 og einari haldaratilgongd á uml. 20 %. Televarpið ætlar at gera munandi íløgur í útbygging av sendinetinum m.a. vestur í Vágar, partar av Sandoynni og Suðuroynni. Í dag røkkur digitala sendinetið hjá Televarpinum uml. 76 % av føroysku húsarhaldunum. Við ársskiftið 2006/7 er ætlanin at røkka uml. 85 %.
 
 
Vegna Televarpið
Laila Hentze
Stjóri
Tel. 243221