Kom við til hugvekjandi og áhugaverdan temadag við Svend Brinkmann 15. mai 2020. Latið verður upp fyri tilmeldingum 10.september.
Svend Brinkmann er ein av teimum sterkastu røddunum í kjakinum um tíðarinnar rák, og hvussu vit bæði kunnu fylgja rákinum ella lata vera. Hann er professari í sálarfrøði og rithøvundur til fleiri bestseljarar, so sum “Stå fast”, “Ståsteder” og “Gå glip”.
Latið verður upp fyri tilmeldingum 10. september
Tá verður nærri kunning um temadagin eisini løgd út á heimasíðuna hjá Synergi.
Vinn pláss á temadegnum
Tú kanst vinna eitt pláss á temadegnum, sí her: https://www.synergi.fo/temadagur-vid-svend-brinkmann/
Synergi skipar fyri temadegnum við Svend Brinkmann, www.synergi.fo



