Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Temja tað enska við føroyskum

Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn

Á Seturskjaki hóskvøldið 8.november varð ljóskastarin settur á, hvussu enska málið ávirkar føroyskt og støðu tess í samfelagnum. Og rós skulu tey hava fyri, at seta ein so týdningarmiklan spurning fram í ljósið.

Alt meðan vit royna at virka fyri økisvinningi fyri føroyska málinum, eru vit øll vorðin varug við, at enskt seinastu áratíggjuni hevur yvirtikið nakrar av pallunum, sum danskt hevði ræðið á í Føroyum, serliga tá um miðlanýtslu teirra ungu og barnanna ræður. Hetta síggja mállærarar, bæði í fólkaskúla og á miðnámi, týðiliga aftur í m.a. stílaskriving, men tað hoyrist eisini í munnligu framsetingunum á ymisku floksstigunum. Nýggjastu ábendingarnar eru, at eftir bert 5 árum er stórur munur á málnýtslu og málfatan hjá ungum; eins og ein kanning fyri stuttum varð løgd fram, sum vísir, at 30 % av 1300 spurdum børnum í 4., 6. og 9. flokki, siga, at tey ofta ella sera ofta brúka ensk orð, tá ið tey eru saman við vinfólkum, og 13 % siga, at tey tosa enskt, tá ið tey eru saman við vinfólkum.

Harafturat rópa serfrøðingar og foreldur varskó, tí mong smábørn kenna betur heilt vanlig gerandisorð á enskum enn á føroyskum, vegna ta stóru bylgjuna av talgildum “leikum”, tey spæla so nógv við, og har ráðandi málið er enskt. Tað er órógvandi, at hendan miðlanýtsla sum heild ikki stimbrar børn nóg breitt, men afturat tí kemur tann ófatiliga stóra málsliga ávirkanin úr enskum, sum vit sum málsamfelag við okkara heilt serliga máli, eru farin ov lætt um. Talan er jú um ættarliðini, sum vaksa til, sum skulu byggja hetta land eftir okkum.

Lánorð úr m.ø. enskum eru ikki í sjálvum sær størsti vandin, men heldur ávirkanin á okkara málskipan, so at kenslan av t.d. føroyskum setningsbygnaði og bending viknar munandi. Men sjálvandi eiga vit eisini framhaldandi at stremba eftir at bera komandi ættarliðum eitt ríkt føroyskt orðfeingi, samstundis sum vit styrkja vitan, fatan og nýtslu av fjølbroyttum føroyskum máli.

Tá tilvitið um føroyska málið vaknaði, yrktu skaldini sangir um, hvussu tað rørdi hjartastreingir, um at tað var ein arvur og um at tað skuldi fáa sína uppibornu tign. Restin er søga, um hvussu byrjað varð at skriva føroyskar miðlar, føroyskar sjónleikir, føroyskar stuttsøgur, so skaldsøgur og yrkingar. Seinni gekk at fáa føroyska málið inn um skúla- og kirkjugátt. Tað eydnaðist seint í 1930’unum. Ikki fyrrenn í 1957 og í 1965 komu týdningarmiklu mentanarstovnarnir- ávikavist Útvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hetta er kortsíðani. Okkara miðlamentan og serliga okkara útbúgvingarmentan á føroyskum er ung. Men viðhvørt tykist tað, sum vit gloyma hetta, og at hesar umrøddu hendingar eru fullkomiliga treytaðar av, at nú skuldu undirvísing, átrúnaður, bókmentir og fjølmiðlar vera á føroyskum – at tungumál okkara var fremsta fortreytin fyri nógvum av hesum omanfyri nevndu stigum.

Kanska taka vit okkara málstøðu sum eina sjálvfylgju og hava ikki givið okkum nóg stórt far um tær nýggjaru avbjóðingarnar? Í 2007 vóru tilmælini frá Málstevunevndini m.a.:

·       Virkað verður fyri at gera nýtaramótini á teldum og fartelefonum á føroyskum máli 

·       Virkað verður fyri at leggja føroyskar orðabøkur inn á fartelefonirnar 

Hetta er ikki í nóg stóran mun roynt og framt, og síðani hasar reglurnar vórðu orðaðar, so eru tøkniligu avbjóðingarnar vaksnar munandi, tá um føroyskt mál ræður.

Og døma vit ikki ofta tær fyrstu royndirnar at gera føroyskt upprunatilfar til lærugreinirnar á ymisku útbúgvingarstigunum ov strangliga? Í staðin fyri at halda fram við donskum ella øðrum útlendskum tilfari og vraka føroyskt tilfar til t.d. miðnám, so áttu vit at tikið nýggj risafet í mun til føroyskt tilfar – m.a. grundað á tær royndir vit hava av teimum, sum undan gingu.

Støðan hjá føroyskum átti at fingið nógv fleiri at vaknað og víst vilja at fara inn í dystin fyri okkara størsta mentanararvi. Og hvussu kempa vit fyri føroyskum? Við styrkini hjá føroyskum, tá vit nýta tað nógv og í flest møguligum høpum. Poul F. Joensen lýsir hesa styrki so væl í yrkingini Sævarmoy:

 

Har situr við sævarstrond eitt sprund

Í Atlandshavi á fjallagrund,

So sorgfult at hjarta bløðir,

ránsmaður stendur við hennara lið

og vil hana venja til flatlands sið,

So sárt um sín vanda hon kvøður.

 

Hans ætlan at fevna fljóðið er,

men kvæðið gjøgnum hann gríslandi fer,

tó smidligt og sterkt sum stálið,

við kvæðinum mikla temur hon hann,

so leingi tað ljóðar, ei nemast hon kann,

tað kvæðið er Føroya málið.

 

Vit eiga at nýta meira pening – eisini almennan – at styrkja um støðuna hjá føroyska málinum. Til undirvísingartilfar, til talgildar loysnir við føroyskum máli, til bókmentir, til film og sjónvarpstilfar á føroyskum, til orðabøkur, til týðing, til málsligt røktararbeiði í fyrisiting og í almenna rúminum o.s.fr. Tær raðfestingarnar fara vit ikki at angra, og tær eru eins týdningarmiklar og eitt nú tunlar og vegir, tí við teimum byggja vit eitt kervi av vitan og samleika, íløga í sokallaðan humankapital, sum er fortreytin fyri allari aðrari menning í landinum.