Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Terje B. Vestergaard á ting

Jóhann Lützen

Kristin Michelsen er farin í farloyvi og Jógvan Skorheim fær ikki møtt. Tískil er tað Terji Beinir Vestergaard, ið á fyrsta sinni tekur sæti á Føroya Løgtingi

Tingfundur er í løgtinginum í morgun. Á skránni eru mest mál hjá andstøðuni. Tingfundurin varð júst nú niðurlagdur, tí tingformaðurin heitti á tinglimir um at kanna valúrslitið á seinasta løgtingsvali.

Terje B. Vestergaard fekk 116 atkvøður við løgtingsvali, og tekur tí sæti á tingi fyri fyrstu ferð, og er 46 ára gamal.

Hann er búsitandi í Saltangará, er giftur við Birnu, og eiga tey 3 børn saman.

Terje B. Vestergaard er ikki ókendur við politiskt arbeiði. Hann hevur í 8 ár verði uppí í kommunal politiskum arbeiði, og er varaborgarstjóri í Runavíkar Kommunu.