Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ternan inn eftir Vágni

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Í gjár kom en gamal kenningur inn eftir vágni, Ternan. Hon skuldi gera ein avloysaratúr út í Kalsoynna við m.ø. IRF-bilinum, Mjólkabilinum og einum farmabili hjá Strandferðsluni – hetta tí, at Jósup fyri tíðina avloysir Sam.

að var líkasum bátarnir og fólkini á Stongunum heilsaðu hesum kenda fari væl afturkomnum við minninum um mangan góðan túrin um Lorvíksfjørð við góðum práti, sum nú ikki ber til, tí tað tekur bert 3 min um fjørðin við bili umvegis undirsjóartunnilin – Nýggjar tíðir!

Sam er á beding tíggjar viku fram, og hesa tíðina loysir Jósup av. Men týsdag og friggjadag hjálpir Ternan til við flutninginum – tá serliga størru bilunum og farmi, sum ikki sleppa við Jósup, ið ikki tekur bilar.