Síðani eldraøkið í 2015 varð lagt út til kommunurnar at umsita, hava vit í Norðoyggjum arbeitt miðvíst við at menna og betra tænasturnar til okkara eldru borgarar. Sum borgarstjóri og formaður fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu fyrstu árini var aðalmálið støðugt at betra og víðka um tænasturnar. Visiónin hevur frá byrjan verið at skapa trivnað og vælveru fyri eldru borgararnar í kommununi og ikki bert nøkta dagligar tørvir.
Ein týðandi fortreyt fyri menningini var, at vit fingu hækkað árligu játtanina til eldraøkið við meir enn 10 mió. krónum. Við hesi munandi uppraðfesting fingu vit framt fleiri ítøkilig átøk, sum veruliga hava ávirkan á lívsgóðskuna hjá teimum eldru. Heimatænastan bleiv víðkað, umlættingarplássini gjørdust fleiri, og rehabiliteringartænasturnar vórðu styrktar. Alt hetta varð gjørt við tí endamáli at tryggja, at eldri borgarar í Norðoyggjum kunnu búgva heima sum longst og fáa tann stuðulin, tey hava tørv á.
Eisini settu vit í verk fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár, sum annars ikki fáa tænastur frá NBH. Hetta er eitt nýtt tilboð, sum tryggjar, at øll eldri í Norðoyggjum fáa eitt eftirlit við heilsu og trivnaði. Harumframt hevur NBH tikið stig til stuðul til reingerð hjá teimum, sum hava tørv á tí, og í dag gera fleiri eldri borgarar brúk av hesum tilboði.
Á venjingarøkinum hava vit eisini gjørt stór framstig. Rehabiliteringartænastan er styrkt, og borgarar hava nú møguleika at fáa venjingar og stuðul til at verða búgvandi heima sum longst. Fysioterapieindin er víðkað, og vit bjóða nú ókeypis venjingartilboð til pensjónistar tvær ferðir um vikuna.
Tað hevur verið mín visjón at tryggja tænastur, sum ikki bert nøkta dagligar tørvir, men sum eisini skapa trivnað og vælveru fyri eldru borgararnar. Hesum arbeiði ætli eg at halda fram við, um eg verði valdur aftur at stýra kommununi.
Vit mugu áhaldandi hava borgaran, sum er komin upp í árini, í miðdeplinum. Gera skipanir, sum tey fáa gleði og gagn av, og ikki gera tað, sum fellir systeminum lættast.
Tí eiga vit at raðfesta :
· Fleiri bústaðamøguleikar fyri eldri
· Styrkja rehabiliteringina
· Hægri normering
· Fleksibilitet í røktartænastunum
Eg havi staðið á odda fyri at menna eitt eldraøki, har álit, fakligt støði og virðing eru í miðdeplinum. Eg brenni fyri at gera hetta enn betri. Við tykkara stuðli kunnu vit halda fram við at raðfesta tey eldru og tryggja, at NBH framhaldandi kann veita framúr tænastur.
Klaksvík, 9. oktober 2024
Jógvan Skorheim



