Eins og vanligt hevur verið 22 tey seinastu árini, skipaðu heimahjálparar í Klaksvík fyri hugnaløtu fyri teim eldru. Hesaferð á Tekniska Skúla í Klaksvík.
Undirtøkan var stór, segði Kristin Ryan, sum er ein av fyriskiparunum av tiltakinum. Eini 90 eldri fólk vóru møtt til hugnaløtuna, sum byrjaði kl. 16 ídag. Eiler Rasmussen og Martin Heldarskarð spældu á harmoniku. Eitt gentukór úr Emmaus sang á hungnaløtuni eisini og harafturat las Jógvan Petersen jólaevangeliið ímeðan Freydis Poulsen stóð fyri upplestrinum annars.
Kristin Ryan sigur, at hetta er 22 árið at heimahjálparar í Klaksvík hava staði fyri hesum tiltaki, eisini við stuðuli frá kommununi.
Nevnast skal eisini, at Hannefía Poulsen, ið var ein av fyrireikarunum til fyrsta tiltakið og sum í mong ár var leiðari fyri heimarøktini í Klaksvík, eisini var við á hugnaløtuni.




