Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TF-Vetrarkappingin byrjar leygardagin

John William Joensen

Leygardagin 7. november kl. 11.00 byrjar TF-Vetrarkappingin aftur, tá runnið verður “Runt Agnið” á Toftum

Leygardagin 7. november byrjar TF-Vetrarkappingin aftur. FÍF hevur høvuðsstuðulsavtalu við Tryggingarfelagið Føroyar, og harav navnið á kappingini.

Fyrsta umfar verður í sambandi við siðbundnu renningina “Runt Agnið”, sum verður skotin í gongd kl. 11.00 við Tofta Skúla, og verður tað Roysnið, sum skipar fyri. Hetta er fyrsta umfar av TF-Vetrarkappingini 2015/16, og FÍF vónar, at rennararnir aftur í ár møta fjølmentir til kappingarnar, sum aftur hendan veturin verða átta í tali. Fyri at gjøgnumføra samlaðu Vetrarkappingina, skulu fimm av teimum átta umførunum rennast, men øll eru sjálvandi vælkomin at renna tey umførini tey hava hug til.

Liðkappingin, sum fekk sera góða undirtøku seinasta vetur, verður endurtikin eftir sama leisti.

Bólkabýtið fyri TF-Vetrarkappingina 2015/16 sær nú soleiðis út:

  • Kvinnur og menn opin bólkur (fødd – 1999 ella fyrr)
  • Kvinnur og menn veteranar (fødd 1961 – 1970)
  • Kvinnur og menn superveteranar (fødd – 1960 ella fyrr)
  • Kvinnu- og mansunglingar (fødd 1995 – 1999)
  • Gentur og dreingir (fødd 2000 – 2004)

Allir bólkar uttan gentur og dreingir renna Runt Agnið, sum er 10,3 km. Frá Tofta Skúla og út eftir. Runnið verður niðan á Agnið, til Runavíkar og út aftur á Toftir, har málið er á vegnum oman til Tofta kei. Genturnar og dreingirnir renna 5 kilometrar. Tey byrja yviri á Mýrunum, nær við vegin oman til Toftavatn og halda somu leið á mál á Tofta kei. Øll byrja samstundis at renna – kl. 11.00.

runt agnid
Metstóra feltið frá startinum í fjør

Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.fif.fo innan kl. 22.00 fríggjakvøldið 6. november, har gjaldast kann við DANKORTI, ella í seinasta lagi ein hálvan tíma undan startinum, og tá má gjaldast kontant. Startnummur skulu avheintast og gjaldast við Tofta Skúla frá umleið 10.00. Kostnaðurin er sum vanligt fyri vaksin 50,00 kr. Gentur og dreingir gjalda 20,00 kr.

Møguleiki verður at brúka skiftirúmini í Tofta Skúla, og fftir renningina bjóðar Roysnið til hugnaløtu við kaffi, køku og heiðursmerkjahandan. Øll fáa kaffi og køku, men bert trý tey fremstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki.