Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

The Greatest Showman í Løkshøll

Tíðindaskriv

Næmingar í 10. fl. í Tofta og Runavíkar skúla fara nú at spæla leikin “The Greatest Showman”. Leikurin er fyri øll. Sýningarnar vera í Løkshøll.

Leikurin er um P. T. Barnum, ið veksur upp sum skraddarasonur, og tey mugu stríðast fyri at klára seg. Men treiski drongurin kemur ígjøgnum uppvøksturin, og sum vaksin giftir hann seg við barndómsunnustuni, ríkmannadóttrini Charity. Saman fáa tey tvær døtur, men rík eru tey ikki.

Barnum droymir stórar dreymar og er fullur av góðum hugskotum. Tað fer at ganga rætta vegin, tá ið hann byrjar eitt show, sum verður kallað eitt sirkus, við øllum møguligum serskøltum ella “Freaks”. Har er alt frá einari skeggjutari damu til dvørgar og hundadreingin.

Kortini eru tað ikki øll, sum eru so fegin um Barnum. Yvirstættin heldur lítið um hann, og dagliga upplivir hann ágang. Hinvegin er sirkusið til stóra gleði fyri undirstættina.

Men Barnum vil meira. Hann vil vera góðtikin av yvirstættini. Tað verður byrjanin til eina nýggja ferð í lívi hansara. Ein ferð, har hann má finna fram til, hvør hann í veruleikanum er.

 

Skúlasýningar:                                                                                                                                Almennar sýningar:

26. apríl:       kl. 10.00 og kl. 12.00                                                   26. apríl:       kl. 18.00 og kl. 20.00

27. apríl:       kl. 10.00 og kl. 12.00                                                    27. apríl:       kl. 18.00 og kl. 20.00        

28. apríl:       kl. 10.00 og kl. 12.00        

29. apríl:       kl. 10.00 og kl. 12.00

 

Atgongumerki til almennar sýningar kunnu keypast á atgongumerki.fo

Atgongumerki til skúlasýningar kunnu bíleggjast á tel. 477331 ella á esther.dahl.joensen@skulin.fo

Kostnaðurin fyri skúlasýningar er 50 kr, og fyri almennar sýningar er kostnaðurin 100 kr.