Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Thorvald: Ein barnadreymur gingin út

Jóhann Lützen

Liðskiparin hjá Mjølnir er bæði spentur og fegin um, at Mjølnir nú fara út í Evropa at royna sítt flog

Føroyameistararnir í flogbólti fara at leika í Challenge Cup. Dystirnir verða leiktir seinast í oktober mánaða og mótstøðuliði fæst at vita 19. juli. 

Vit hava vent okkum til Thorvald Danielsen, liðskipara at frætta nærri um hvussu og hvat. 

– Hetta er ein barnadreymur. Eg haldi tað er sera gott at royna okkurt øðrvísi og síggja tað sum part av menningini. Eisini fyri teir yngru leikarnar. Gott at royna okkum ímóti sterkari liðum. Leikarnir eru spentir uppá dystirnir og eisini um hvat lið vit fara at møta., sigur Thorvald. 

– Nú bíða vit í spenningi til lutakastið sum verður í juli og so vit at síggja hvørjum vit møta. Vónandi eru vit heldigir í lutakastinum, sigur Thorvald

Tá vit spyrja um vónirnar er Thorvald varin men bjartskygdur

– Vónirnar eru sum so góðar, men at tað sjálvandi veldst um lutakastið. Tað eru sterk lið sum vit fara at møta, men eru vit heldigir, so møta vit vónandi eitt norðurlendskt lið. Tí eg vildi mett, at tey vóru til kappast við, sigur Thorvald

 

Evropaflogbóltur í Klaksvík

Tað hevði verið stuttligt at spælt á heimavølli og karmarnir eru í topp við einari fullari Badmintonhøll av áskoðarum. Tá kunnu vit skapa góð úrslit, sigur Thorvald