yrkir býarskaldið Bernhard Brim í Klaksvíkssanginum. Men hvussu bleiv Klaksvík tað?
Vit vita ikki við vissu, nær teir fýra býlingarnir, sum formliga runnu saman í Klakksvík fyrst í 20. øld, vórðu grundlagir. Her eru vit ikki so heppin at hava nakran rúnarstein sum Sandavágur, ið hevur innskrift yvir hvør bygdi staðin, og sum letur seg tíðarfesta til 1200-talið. Men nú eru frøðingar flestir á einum máli um, at búseting hevur verið í núverandi Klaksvík síðani víkingatíðina.
Vit vita, at tingstaðurin fyri Vártingið hevur verið á Køtlum norðan- og omanfyri Árnafjørð í víkingatíðini. Vártingini vórðu vald eftir tveimum kriterium; tey skuldu liggja nøkulunda mitt í økinum, tey vóru tingstaðir fyri, og tey skuldu liggja á uttanveltaðari, neutralari, grund. Hetta merkti, at ongin skuldi búgva har, og tískil kundu Katlarnir heldur ikki gerast ein miðdepil fyri búseting, hóast teir liggja mitt í Norðoyggjum. Hetta og so sjálvsagt staðsetingin langt burturi frá sjógvi.
Ivi var leingi um, hvussu gomul búsetingin í núverandi Klaksvík var, og hetta er av fleiri orsøkum. Millum annað varð tað, at summir íbúgvar brúktu orðingina “inn til Kunoyar” ella “heim til Kunoyar”, tá teir fóru til Kunoyar, og hetta varð av summum brúkt sum ábending um, at búsetingarnar í núverandi Klaksvík vóru niðursetubúsetingar. Men her hevur verið ført fram, at helst hevur talan bert verið um tilflytarar úr Kunoy, ið hava tosað so um teirra upprunabygd.
Ein onnur orsøk til ivan er, at bygdin norðuri í Vági ella Inni í Bø ikki er nevnd í Hundabrævinum. Hundabrævið er aldargamalt bræv frá umleið 1350 um hundahald í Føroyum, og er ein tann týdningarmesta kelda til at kunna staðfesta aldurin á fleiri bygdum. Til dømis verða Hattarvík, Kirkja, Viðareiði, Múla, Kunoy, Mikladalur og Húsar nevnd á fyrsta sinni í Hundabrævinum. Her hevur Eivind Weyhe, lektari emeritus í málfrøði, kortini gjørt vart við, at í Hundabrævinum eru partar ólesiligir, og at tað væl er hugsandi, at Inni í Bø (ella kanska Vágur ella í Vági?) hevur staðið á einum tílíkum nú ólesandi staði. Møguleikin er har.

Onki er tó at taka seg aftur í, at tað er í fyrru helvt av 1800-talinum, at núverandi Klaksvíkin gerst “høvuðsbygdin” í Norðoyggjum, og einsamalla orsøkin er úthandilin hjá Kongaliga Einahandlinum. Hesin úthandilin varð settur á stovn í 1838, og í 1839 varð Jóhan Mortensen settur sum faktor har. Tá lá hann nakað burturi frá bygdini ella býlinginum Inni í Bø/Norðuri í Vági, og tá sendingar og postur skuldu til handilin, varð tí skrivað “Klakksvík” á. Sum øllum kunnugt var Klakksvík eitt lítil innvik við navni eftir fjallinum Klakki.
Í fólkateljingini frá 1801 er Viðareiði størri enn Vágur (Waag), men í 1834 er hetta øvugt. Og eftir hetta gongur við rúkandi ferð, serliga eftir at einahandilin varð upploystur í 1856. Tá hevði Klakksvík longu etablerað seg sum handilssentrið í Norðoyggjum, og við síni sera væl egnaðu náttúruhavn gjørdist hon eisini miðdepil fyri teirri skjótt blómandi fiskivinnuni. Havnarløg vuksu skjótt fram á báðum ørmum, og býlingarnir vuksu saman til ein bý.
Treytin fyri at kunna kallast býur er í dag at 1.500 fólk búgva har. Men finessan her er, at tað er fólkatalið í allari kommununi, tað kemur ann uppá, og ikki í eini einstakari búseting. Ímillum 1925 og 1930 kemur “Klaksvig Sogn og Kommune” upp á 1.605 íbúgvar, tó “bert” 1.400 í sjálvari Klakksvíkini; hini búgva á Oyri, í Árnafirði, Ánunum og “i Strandedal”, sum tað stendur í fólkateljingini frá 1930.
So kanska skulu vit heilt fram til 1935 ella stutt áðrenn, at Klakksvík gerst býur uppá egnar premissir, t.e. uttan hjálp frá bygdunum. Tá búgva 1.709 fólk í Klakksvík. Hetta er árið fyri fyrstu norðoyastevnuna, og eins og við raðfylgjuni av einhandlunum, Tórshavn-Tvøroyri-Klakksvík, so var eisini við stevunum, har ólavsøkan var hin fyrsta, jóansøkan tann næsta og norðoyastevnan hin triðja í røðini. Í 1935 er fólkatalið í Klakksvík eisini vorðið meira enn helvtin av fólkatalinum í øllum Norðoyggjum.
Vert er at leggja merki til, at umleið aldarskiftið millum 19. og 20. øld er samleikin “Klakksvík”. Teir fýra býlingarnir vórðu savnaðir og fingu Klakksvík sum felags navn, og í 1898 og 1904 bera ávikavist sjúkrahúsið og ítróttarfelagið navnið Klakksvík í sær. Klakksvíkar Sjúkrahús og Klakksvíkar Ítróttarfelag. Men nøkur ár seinni tykist tað sum um Klakksvíkin fegin vil vera tann “Norðoya móðir”, sum hon er í dag. Og tí síggja vit nøvn sum Norðoya Sparikassi og Norðoya-stevna í ávikavist 1919 og 1936. Og vit síggja eisini navnaskifti frá Klakksvíkar Apotek til Norðoya Apotek, sum apotekið eitur í dag.
Samleikin hjá Klakksvíkini sum móðir norðoyinga verður endaliga staðfestur í vælkenda sanginum hjá Bernhardi Brim, ið vit hesaferð prenta í fullum líki niðanfyri. Sangurin kom á fyrsta sinni út í 1959 í yrkingasavninum “Vinir mínir”, og æt tá Kvøðan til Klaksvíkar. Fólk flest kenna hann helst betur eftir fyrstu regluni, “Tað er vakurt í Klaksvík á sumri”, ella við kelinavninum Klaksvíkssangurin.
Vert er at leggja til merkist trygga favnin, sum yrkjarin eygleiðir. Her verður sipað til Klaksvík sum náttúruhavn, ið liggur millum Klakk og Kjøl og vard norðanífrá av Kunoyarfjalli. Hesar umstøðurnar hava skapt eina havn, ið var lutfalsliga kyrr í mun til opin sund, firðir og sjálvsagt í mun til opið hav. Veðurlíkindini hava eisini nógv at siga í sanginum hjá Bernhardi, eins og umgevandi fjøllini, harav Oyrarfjall og Nestindarnir á Kallsoynni verða nevnd við navni.
Norðoyastevnan fær eisini nøkur orð við í sanginum, og har leggur yrkjarin dentin á, at Norðoyggjar eru ein eind við Klaksvík sum miðdepli, ið roynir seg í “kynstri og leiki” ímóti øðrum landspørtum. Uttan iva hevur yrkjarin her havt Klaksvíkar Ítróttarfelag í tonkunum her, ið hóast navnið er ítróttarfelagið fyri allar Norðoyggjar. Í Norðoya og Sandoyar sýslum er ikki tað hent, sum er hent í hinum, at tey annaðhvørt hava fleiri fótbóltsfeløg, ella hava feløg, ið eru løgd saman tvørtur um sýslumark.

Tí skal ein taka ein eginleika hjá norðoyingum fram um aðrar, so er tað samanhald, ið eyðkennir norðoyingar fram um alt annað. Summi kunnu ilskast, onnur skemta við lokalpatriotismuni hjá norðoyingum og klaksvíkingum, men samanhaldið er tann størsta styrkin og drívmegin í Norðoyggjum. At hon so myndar okkum norðoyingar úteftir, eru vit bara stolt av.
Nú Norðoyastevnan er í hondum er onki betur hóskandi enn at enda við Kvøðuni til Klaksvíkar frá 1959:
Kvøða til Klaksvíkar
1. Tað er vakurt í Klaksvík á sumri,
tá ið sólin hon kyssir hvørt strá,
og ei skýkloddi hómast á himli,
og ei fleyr sæst á speglblonki vág.
Tá hvør smáblóma tárar av gleði,
og hvør títlingur syngur við gleim,
og av hjarta lovprísar tí degi,
tá hann valdi sær Klaksvík til heim.
Ja, eg elski teg Klaksvík á kvøldi,
tá ið roðin um Nestindar fer,
og hvørt fjall eins og reyðargull skínur,
ert tú paradís mitt her í verð.
2. Tað er vakurt í Klaksvík á vetri,
tá í brúðarlín klæðast øll fjøll,
og tá glerfrynsar hanga í hamri,
meðan norðættin strýkur um vøll.
Tá er Klaksvík ein tryggjandi staður
fyri skipum, ið søkja sær havn,
og tí smílist hvørt sjómaður glaður,
tá ið Klaksvíkin er fyri stavn.
Ja, eg elski teg Klaksvík á kvøldi,
tá ið stjørnurnar blunka so blítt,
og tá mánin um Oyrarfjall stígur,
ger hann Klaksvík til dreymaland mítt.
3. Her er stuttligt á Norðoyastevnu,
tá ið ungfólkið møtist til leik’
her at royna sær kynstur og evni,
her hvar blíðskapurin aldri sveik.
Tí at Klaksvík er Norðoya móðir,
hon er norðoyinga álit og trygd,
her er menning og nørandi gróður,
her í Norðoya prúðastu bygd.
Orð: Bernhard Brim. Lag: amerikanskt fólkalag (Red River Valley)/Sigfús Halldórsson.




