“Tú skalt duga at hava nógvar bóltar í luftini í senn”
Tí er “multitasking” ikki altíð so smart!
“Tú skalt duga at hava nógvar bóltar í luftini í senn”
Vit síggja hesa vendingina javnan í starvslýsingum, og ja, tað er helst smart at duga at jonglera eitt sindur…
MEN…
tá tað kemur til at loysa arbeiðsuppgávur, er tað nógv betri
at halda fokus og loysa eina uppgávu í senn.
Hvørjar ferð tú fert frá einari uppgávu og byrjar (umaftur)
uppá eina aðra, mást tú brúka tíð uppá at seta teg inn í “gomlu” uppgávuna aftur.
Tað tekur (óneyðuga) tíð.
So við hvørt skulu bóltarnir bara liggja í frið í netinum
og takast upp, ein í senn…
Her fært tú eitt gott ráð til ein meira effektivan arbeiðsdag:
# 1 | Singletaska heldur enn multitaska
Tað ljóðar sum vit fáa serliga nógv burturúr,
tá vit multitaska, tí tá eru vit eru í gongd við alt møguligt í senn.
Vit jonglera millum allar uppgávurnar uppá kryds og tvers.
Veruleikin er tann, at vit klára ikki ordiliga at gera fleiri uppgávur í senn,
um tær skulu gerast líka gott, sum tá vit fokusera uppá eina í senn.
Gransking sigur, at bert 2% av okkum klára tað.
Úrslitið er, at tað tekur upp í dupult so langa tíð, eingin av uppgávunum fær okkara fulla uppmerksemi,
og uppgávan verður ikki loyst so gott sum hon kundi ella eigur.
Tað ber ikki altíð til at arbeiða bara við einari uppgávu, hóast tað er tað mest effektiva.
Deil uppgávurnar upp í eindir og arbeið við einari eind í senn.
– Og… ger hana lidna 😉
SKEIÐ 5. DESEMBER: Effektivur arbeiðsdagur | Lær at fokusera og prioritera rætt
Fyrrverandi luttakarar geva skeiðnum TOPP-karakter.
Odd Færø, SEV: “Undirvísarin megnaði at geva okkum avbjóðingar, uttan at vit kendu ótta ella stúran fyri at avdúka manglandi førleika í tí, sum undirvíst var í. Har var ikki nógv at finnast at.”
Sigrun Wardum, Javni: “Entusiastiskur og sera inspirerandi undirvísari. Fjølbroyttur undirvísingarháttur. Væl valt innihald.”
Ása Andreasen, Synergi: “Eg fekk SERA nógv burturúr. Fleiri ting havi eg longu broytt. T.d. havi eg fjerna notifikatiónir á t-postinum ,og eg tjekki ikki mail alla tíðina, sum eg plagdi. Hon greiddi eisini frá, at multitasking er nógv minni effektivt, enn single tasking. Tað hevur man hoyrt fyrr, men á skeiðinum gjørdu vit eina test og fingu sjón fyri søgn. Tað tók dupult so langa tíð!!! Simpulthen. So eg fari at leggja meg eftir at single taska, tí eg eri hervilig til at multitaska.”
Fá meira burturúr gerandisdegnum. Av tí, sum hevur týdning!
Tekna teg HER ella á www.synergi.fo
Har tú eisini finnur fulla skeiðsskrá hjá Synergi.




