Tað eru nokk fleiri sum stóu eitt sindur undrandi, tá tey sóu, hvar á vøllinum nýggjasti leikarin hjá KÍ til dagligt spælir.
Tí frammanundan hevur KÍ landsliðsleikararnar Odmar Færø og Heina Vatnsdal, U21-landsliðsleikaran Børga Petersen og Deni Pavlovic, sum allir hava spælt í miðverjuni. Harafturat eru leikarar, sum kunnu røkja hetta plássið. Hinvegin sær KÍ-hópurin nakað tunnur út í álopspartinum, har Jóannes Bjartalíð og Valerijs Sabala eru farnir.
Men í kvøld kunngjørdi KÍ, at Vegard Forren hevur gjørt sáttmála við felagið. Ein 34 ára gamal miðverji.
Vit spurdu venjaran, hví hann keypir ein miðverja.
– Øll lið hava brúk fyri kvaliteti og íblástri, og so er tað samlaði pakkin. Hann hevur royndir, spæliskil og ein ’’x-factor’’, sum kann hjálpa teimum ungu í hópinum til at blíva betri. So tað er samlaði pakkin, har hann eisini skal hjálpa til á venjarasíðuni á næstbesta liðnum. Hetta er vegurin víðari hjá honum, men hann kemur til at styrkja liðið, sigur Magne Hoseth við Norðlýsið.
Spælistílur
– Hann er góður á báðum brotssteigunum t.v.s. í verjustøðu og álopsstøðu. Og so er hann sera góður við bólti. Hann er góður til langar avleveringar, stuttar avleveringar og at spæla ígjøgnum keturnar. Tí hevur hann 33 landsdystir. Bæði eg og Daniel (hjálparvenjarin, blaðm.) hava spælt saman við honum í nógv ár, so vit kenna hann sera væl, sigur Magne. Vit spyrja, um vit kunnu vænta, at Vegard verður fyrsta val í miðverjuni.
– Vit eru 11. januar, so eg fari ikki at siga, hvør spælir, tá kappingin byrjar. Tí tað er ein kappingarstøða, har teir sum venja best eisini spæla mest.
Styrkur afturat
Til seinast spyrja vit, hvussu nógvar nýggjar leikarar afturat vit kunnu vænta í KÍ.
– Tað verður nakrir leikarar afturat. Men eg keypi ikki leikarar uttan at eg trúgvi, at teir kunnu styrkja liðið og hjálpa til at røkka málsetninginum at vinna meistaraheitið og koma í bólkaspælið í Evropa. So teir skulu verða betri enn teir, sum vit hava her. Men hvussu nógvir teir verða veit eg ikki í løtuni, men ein málverja skulu vit sjálvsagt hava, sigur Magne Hoseth at enda og leggur afturat, at týdningarmiklastu leikararnir eru teir sum eru í hópinum nú.




