Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tíðindaskriv: Formansskapurin fær frágreiðing frá kanningarstjóranum hósdagin

John William Joensen

Í tíðindaskrivið, sum kom frá løgtingsskrivstovuni fyri løtu síðan, boðar formannskapur løgtingsins frá at formannskapurin fer at taka ímóti frágreiðingini hósmorgunin, ella eina viku eftir at kanningarsjórin kom við sínari fráboðan at frágreiðingin var klár til avhandan.

Løgtingsskrivstovan:

Tíðindafundur

Kristina Samuelsen, advokatur, ið er sett sum kanningarstjóri sambært § 38, stk. 2 í Stýrisskipanarlógini, fer hósdagin, 26. apríl 2018, at handa Formansskapinum í Løgtinginum frágreiðing sína í sambandi við kanning  hennara av, um ávikavist Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hátt í sambandi við flyting av veiðiloyvum, og um Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur røkt eftirlitsskyldu sína á fullgóðan hátt.

Í hesum sambandi verður tíðindafundur í Løgtinginum, fundarhøli 1, hósdagin 26. apríl, kl. 11, har kanningarstjórin fer at leggja niðurstøðu sína fram alment. Aftan á framløguna verður høvi hjá fjølmiðlunum at seta kanningarstjóranum spurningar um kanningina.