Hósdagin 22. juni verður orgulkonsert í Christianskirkjuni
Í døgunum 22.juni 25.juni verða trýggjar forvitnisligar orgulkonsertir hildnar í Føroyum. Tann fyrsta verður í Christianskirkjuni hóskvøldið 22.juni kl. 20.00. Fríggjakvøldið kl. 21.00 verða tey í Havnar kirkju og at enda sunnudagin kl. 16.00 í Fríðrikskirkjuni..
Tað er Dan Kær Nielsen úr Danmark og Aeji Choi frá Suðurkorea sum koma at framføra. Tey koma at framføra fjøðlbroyttan urgutónleik, bæði saman og einsæris.
Aeji Choi er fødd í 1972 og uppvaksin í Suðurkorea, har hon læs katólskan kirkjutónleik á universitetinum í Taegu. Í 1996 flutti hon til Týsklands at nema sær kunnleika innan urguspæl, fyrst við universitetið í Freiburg og síðani í solistklassanum í Mainz, har hon debuteraði við sera góðum ummæli. Hon hevur síðan 2004 búð í Keypmannahavn, har hon nú er í ferð við at víðari útbúgva seg soleiðis, at hon kann arbeiða innan ta donsku fólkakirkjuna. Aeji Choi hevur luttikið í fleiri kappingum, har tað m.a er blivið til eitt 1. pláss og eitt 2. pláss.
Dan Kær Nielsen er føddur í 1971 og uppvaksin í Norðurjyllandi. Hann er útbúgvin bæði sum pianistur og urguleikari frá Det Kgl. Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Hann hevur harafturat lisið í Paris, har hann nam sær størri kunnleika innan franskan urgutónleik. Um somu tíð starvaðist hann sum urguleikari í tí donsku kirkjuni í Paris. Frá 2000 til 2005 stjórnaði hann Universitetskórið Polyfoni og hevur síðan 2003 starvast sum urguleikari í Absalons kirkjuni í Keypmannahavn. Í løtuni er hann í ferð við, at víðari útbúgva seg í solistklassanum hjá Prof. Hans Fagius á Det Kgl. Danske Musikkonservatorium.
Her kemur áhoyrarin at hoyra urgutónleik á sera høgum støði á trimum av okkara bestu urgum í kirkjum okkara.
Stigtakararnir.




