Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: vertir til “Ó-beinleiðis” funnir

Oliver Joensen

Í farnu viku søkti Ó eftir ungum og frískum vertum til ungdómssendingina “Ó-beinleiðis”, ið verður eitt frískt og føroyskt alternativ til “Ghetto Føroyar.” Komandi 14 vikurnar fara Bogi Berg og Marin Eidesgaard at varpa ljós á lestrarviðurskiftini í Føroyum.

Í farnu viku søkti Ó eftir ungum og frískum vertum til ungdómssendingina “Ó-beinleiðis”, ið verður eitt frískt og føroyskt alternativ til “Ghetto Føroyar.” Komandi 14 vikurnar fara Bogi Berg og Marin Eidesgaard at varpa ljós á lestrarviðurskiftini í Føroyum.

– Um vit taka øll lesandi í Føroyum tvs. alt frá miðnámi til Fróðskaparsetur Føroya, eru tað fleiri túsund lesandi í Føroyum. Tað er ikki einki, sigur Hanus Samró, ið hevur tikið stig til sendingina.

– Hesi hava brúk fyri eini rødd, sum varpar ljós á viðurskiftini hjá teimum. Tað er tað, sum vit gera. Vit geva teimum bæði eina seriøsa og óseriøsa sending, sum kemur at viðgera alt frá kjakum og uppgávum til mentanar- og vikuskiftistilboð, sigur vertinnan, Marin Eidesgaard.

Ungdómssendingin “Ó-beinleiðis” kemur í stuttum at snúgva seg um, hvussu tað er at liva og lesa í Føroyum. Vit koma at taka sokallaðar profilar, sum eru lesandi, men sum onkursvegna megna at samskipa útbúgvingina við seriøsan ítrótt, tónleik ella list. Harumframt koma ungmannafeløgini at kjakast um viðkomandi samfelgsfrøðiligi evnir, hvørs endamál er, at geva ungu politikarunum neyðugar royndir í almenna rúminum. Stefan í Skorini verður orðstýrari. Somuleiðis fara vit at varpa ljós á Setrið, sum hevur eina rúgvu av næmingum, sum liva og lesa í landinum.

– Sendingin byrjar hósdagin 14. mars klokkan 15.00. Vit hava arbeitt við konseptinum í longri tíð, men vit gleða okkum ómetaliga nógv til sendingina, tí tað er uppá tíðina, at vit varpa ljós á tey, sum liva og lesa í Føroyum, sigur verturin, Bogi Berg.

Sendingin er stuðla av Trygd og Atlantic Airways í samstarvið við Føroya Ungdómsráð og Fróðskaparsetur Føroya.