Lýsing
Lýsing
Lýsing

TAKS: Rættingar fyri 161 milliónir í 2017

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.12.2017 - 22:36 Tíðindi

TAKS hevur nú gjørt upp, hvussu eftirlitið hilnaðist í 2017. Tølini vísa, at komið varð fram á 161 milliónir krónur, sum ikki vóru rætt uppgivnar til skattingar.

Í skattskyldugari inntøku vórðu rættingar gjørdar fyri 49,5 milliónir krónur. Í mvg var talan um 28 milliónir, og í kapitalvinningsskatti 83 milliónir. Harumframt koma rættingar í rentustuðli, ferðastuðli og øðrum.

Eftir at TAKS hevur fingið skeivar og manglandi uppgerðir upp á pláss, vísir úrslitið, at landskassin fekk góðar 68 milliónir krónur afturat í 2017.

"Rættingar fyri 161 milliónir krónur ljóðar av nógvum og er nakað oman fyri miðal. Í 2016 var talið 145 milliónir krónur", sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. "Vit síggja tó eisini, at vinnulívið í Føroyum er blivið meira samansett og kompliserað. Vit koma nú oftari fram á stór mál, sum krevja rættingar fyri fleiri milliónir. Hetta vísir, hvussu umráðandi tað er, at TAKS hevur eitt nøktandi eftirlit, sum fylgir við tíðini. Hesi hagtøl vísa eisini, at grundarlag er fyri at styrkja eftirlitið hjá TAKS fyri at tryggja landskassanum røttu inntøkurnar”, sigur Eyðun Mørkøre.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Møgulig Liverpool meistaraveitsla í Royk…
Lítla Luks er ein dreymur vorðin verulei…
Fjølmiðlar, fólkaræði og fávitska
Jógvan Andrias Eliasen verður 85 ár
Endur­nýtslan stongd flaggdagin
Atlantic Airways 27 mió. í avlopi í 2024
Lasse Klein heldur flaggrøðu í Klaksvík
Virkin spurnarkapping
 Takk til politisku skipanina
Framsýning: Kvøld- og frítíðarundirvísin…
Fundur við Eirik í Jákups­stovu, landsstý…
Adam Ben Lamin er givin í KÍ
Vøllurin við Margáir verður skiftur
EM endaspælið byrjar 4. mai
Mjølnir: Kom við finalubussi­num!
Stakkavík landar
Býráðsfundu­rin útsettur
Dragin mátti venda við
Vit vóna at taka bæði steypini norður
Seinasta framsýningin hjá Juttu