Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kári millum Garðarnar uttast til vinstru. Myndin er frá apríl í fjør, tá Dragin eisini var til umvælingar í Danmark | Mynd: klaksvik.fo

Dragin mátti venda við

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.04.2025 - 09:42 Tíðindi

Vit løgdu merki til ein leka, tá vóru vit komnir 30 fjórðingar úr Boroyarnesi. Tað var nakað av rulli, so vit vendu aftur á Klaksvík, sigur Kári millum Garðarnar

 

Planurin var at fara niður til Ebeltoft at kalfadra. Vit vóru niðri í fjør har vit kalfadraðu botnin upp til vatnlinjuna og nú er so ætlanin at kalfadra frá vatnlinjuni upp til dekkið, sigur Kári. 

Men vit løgdu merki til ein leka 30 fjórðingar úr Borðyarnesi, og tað var nakað av rulli. Lenspumpurnar hjá okkum kláraðu ikki at halda tørn, so vit vendu aftur á Klaksvík, sigur hann. 

At kalfadra er, at man stappar verk millum plankarnar og síðani verður smurt heitt bik útyvir verki. Hetta er eitt arbeiði sum skipstimbrarar duga best til og ti fara vit til Danmarkar, greiður Kári frá. 

Nú fara vit at tetta lekan og bíða so eftir líkindum at fara til Danmarkar. sigur Kári við Norðlýsið at enda. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…