Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan sigur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.06.2026 - 20:28 Ítrottur Tíðindi

(Dystarfrásøgn) Tann fyrsta partin av dystinum var Skála greitt omaná, meðan KÍ var greitt omaná frá 25. minutti.

Vit hava skrivað tað áður, at fyrsti dystur eftir landsliðssteðg er ofta eyka avbjóðandi. Serliga hjá KÍ, sum hevur nógvar landsliðsleikarar og sum spjaðir ’’summarfrítíðina’’, sum onnur lið hava, til landsliðssteðgirnar. Tað merkir, at tað eru fáar felags venjingar. Tí blívur tað øðrvísi fyrireiking enn til aðrar dystir. Harafturat manglaði KÍ til dagsins dyst fimm leikarar, sum vanliga høvdu byrjað inni. Harav Árni Frederiksberg, sum hevði verið við í næstan øllum málunum í ár.

 


Marrubyrjan

Tey sum sóu fyrstu 25 minuttirnar hava nokk hugsað, at her fer KÍ at tapa fyrsta dystin í ár, um ikki okkurt kollveltandi broytist. Tí tað var spæl uppá eitt mál og KÍ-leikararnir kláraðu ikki at avlevera bóltar uppá tríggjar-fýra metrar. Skála kom á odda við langskoti frá Jákupi Paula Frederiksberg og kundi og burdi havt fingið 2-0 málið, har m.a. eina royndin endaði á stongini. Tá 25 minuttir vóru farnir skoraði Filip Brattbakk eftir hornaspark uppa fyrstu veruligu royndina hjá KÍ, og so vendi dystargongdin púra á høvdið. Páll A. Klettskarð skallaði bóltin í málið til hálvleiksstøðuna 2-1.

 


Nógvir málmøguleikar

Í seinna hálvleiki økti KÍ, tá Daniel Johansen skoraði uppá beinleiðis hornaspark. Hann avloysti sostatt væl Árna, tí hann átti eisini uppleggið til fyrsta málið við hornasparki. Tað kundi blivi spennandi, tá Skála fekk brotsspark, men Mark F. Jensen bjargaði væl og gjørdi tað gott aftur, tí hann sá ikki gott út í málinum hjá Skála.

KÍ spældi væl eftir 25. minutt og neyvan hevur nakað lið skapt so nógvar stórar málmøguleikar móti Skála í ár. Eitt mál kom afturat, og tað skoraði innskifti Dávid Reynheim eftir gott uppspæl frá Erlend Hustad og Jean Carlos.

 


Breiddin hjá KÍ

Tað var sól undir øllum dystiunum, men tó so mikið av vindi, at tað helst hjálpti Skála í fyrra hálvleiki við m.a. málinum og m.a. hornasparkinum hjá Daniel í seinna hálvleiki. Hetta var eisini ein løgin dystur, tí fyrstu 25 minuttirnar eru kanska teir vánaligastu hjá KÍ í ár, meðan restin av dystinum er kanska nakað av tí besta, tá hugsað verður um at skapa málmøguleikar, sum KÍ hevur spælt í ár móti einum góðum liði, sum bara einaferð í ár hevur latið meir enn tvey mál inn. Breiddin hjá KÍ kom liðnum til góðar, har nógvir leikarar bjóðaðu seg fram í álopsspælinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld