Seinasti sunnudagsskúli sunnudagin – bíbliuløtuna talar Jens Christian Olsen
Nú sunnudagin 14. juni verður seinasti sunnudagsskúlin áðrenn summarsteðgin, so vit vóna at síggja mong – eisini til bíbliuløtuna til okkum vaksnu kl. 13:00, har Jens Christian Olsen talar.
Seinasta sunnudag var fyrsta bíbliuløtan til tey vaksnu í sunnudagsskúlanum – ein løta, sum eydnaðist væl, har Símun Absalonsen talaði út frá Rómbrævinum, kapittul 1 og 2.
Nú sunnudagin kemur Jens Christian Olsen av Toftum at hava taluna í bíbliuløtuni kl. 13:00, har hann fer at taka fyrsta part av trimum um Efesusbrævið. Yvirskriftin er: «Eg í Honum».
Hetta verður seinasti sunnudagsskúlin áðrenn summarsteðgin, so eftir sunnudagin verður ein steðgur, meðan skúlarnir hava summarfrí – byrjað verður aftur um hálvan august.
Enskt møti kl. 14:30
Monika og Tim Sharp skipa hvønn sunnudag fyri enskum møti, sum er frá kl. 14:30 til 15:30.
Á hesum møtum talar Tim Sharp, har hann gjøgnumgongur skriftirnar á ein skipaðan hátt.
Sigið endiliga øðrum frá um hesi møtini, sum serliga eru ætlað teimum enskttalandi, men her er týðandi at undirstrika, at øll eru hjartaliga vælkomin á hesi møti.
Evangeliskt møti kl. 18:00
Sunnukvøldið kl. 18:00 verður evangeliskt møti, har høvi er at tala og vitna um HARRAN Jesus.
Skráin sunnudagin í Betesda
11:00-12:15 Morgunmøti
12:15-13:00 Kaffi í gongini
12:30-13:00 Sunnudagsskúlin
13:00-13:30 Børnini í flokkar
13:00-13:30 Løta í salinum
14:30-15:30 Enskt møti
18:00-19:00 Evangeliskt møti
Øll eru hjartaliga vælkomin til øll hesi tiltøk og møti :)