Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at trýsta á bremsuna

SKRIVAÐ: Klæmint Klakk  |  12.06.2026 - 17:30 Tíðindi

Kappingin um at menna alsamt sterkari vitlíki gongur skjótari enn nakrantíð. Nú ávarar ein av stovnarunum handan eina av heimsins størstu vitlíkisfyritøkum um, at samfelagið skjótt kann missa tamarhaldið á menningini.

Jack Clark, sum var við til at stovna amerikonsku vitlíkisfyritøkuna Anthropic í 2021, sigur í samrøðu við BBC, at heimurin hevur brúk fyri at seta ferðina niður, tá ið tað kemur til menningina av vitlíki.

“Tú ynskir altíð at hava møguleikan at taka fótin av spitaranum og seta ferðina niður, men beint nú standa allir aktørar í vinnuni á spitaranum, uttan at yvirhøvur hava nakra bremsu".

Anthropic hevur ment vitlíkisskipanina Claude, sum er ein av størstu kappingarneytunum hjá ChatGPT. Clark fortelur at 80 prosent av teimum kodunum sum Claude koyrir á í dag, eru mentar av skipanini sjálvari. Við øðrum orðum, vitlíki mennir seg sjálvt. Innan tvey ár kann tað talið vera komið upp á 100 prosent, metir hann. clark leggur tó dent á, at menniskju altíð mugu hava seinasta orðið, tá tað kemur til vitlíkisskipanir.

Vitlíki er, og fer at vera ein kollvelting fyri allan heimin og kann samanberast við tá ið oljan gjørdist ein av heimsins týdningarmestu tilfeingiskeldum. Tá komu reglur og lógir, sum skuldu tryggja, at menningin gagnaði samfelagnum, og er tað er helst eisini har vit enda við vitlíki, sigur hann. Anthropic hevur leingi verið ein av teimum fyritøkunum, sum hava tosað opið um møguligar vandar við vitlíki. Fyritøkan hevur millum annað víst á at tøknin kann verða brúkt til hópyvirvøku ella sjálvvirkandi vápnaskipanir.

Ein annar spurningur, sum fyllir nógv í kjakinum um vitlíki, er ávirkanin tað fer at hava á arbeiðsmarknaðin. Fleiri altjóða fyritøkur hava seinastu árini sagt tíggjutúsundatals fólk úr starvi, tí at vitlíki hevur megnað at loyst tey av.

Enn hevur vitlíkið ikki havt stórvegis hópuppsagnir við sær her heima í Føroyum, men kanska er hetta bara ein spurningur um tíð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið