KG fekk vitjan í dag
Søguligi báturin, Norðan Kg 334 vitjaði Hotel KG
Tað var hugaligt at síggja, at søguligi báturin, Norðan KG 334 vitjaði Hotel KG í dag - rættari sagt - vitjaði KG í dag.
Heilt víst koma fleiri stuttleikabátar at liggja fram við bryggjuni her. Har eru tveir pier´ar, sum ber til at leggja at. Framvið sjálvum hotellinum eru spunsjørn, sum ikki skal leggjast at.
Spennandi verður at vita, hvør skal hava havnagjaldið.
Hóast Kjølbro í síni tíð bygdi havnaløg, tí kommunan ikki kláraði at fylgja við, mátti í ávísan mun, gjalda havnapening fyri egnu bátar sínar á teimum bryggjum, hann hevði bygt.
Tað er tó als ikki havnagjøldini, sum hava nakran størvegis týgning í hesum sambandi. Men stuttligt og annarleiðis, at KG hevur henda einastandandi møguleikan, at tilber at koma sjóvegis at keypa sær ein betri bita ella eitt gott kamar eina nátt.
Nú hevur so Norðan roynt hetta nýggja havnalagið, og fyrsta dagin standa dyrnar á KG opnar.
Spennandi!