Óvissa um framtíðina hjá Sjónámi í Klaksvík
Svarið frá landsstýrismanninum í mentamálum, Bárði á Lakjuni, vekir nýggjar spurningar um framtíðina hjá Sjónámi í Klaksvík. Hóast landsstýrismaðurin sigur, at ætlanin er at seta nýggjan leiðara, verður hetta ikki gjørt, fyrr enn støða er tikin til møguligar bygnaðarligar broytingar innan maritimu útbúgvingarnar
Hetta merkir, at Sjónám framvegis stendur uttan fasta leiðslu, meðan arbeitt verður við ætlanum, sum kunnu fáa stórar avleiðingar fyri sjálvstøðugu støðuna hjá skúlanum.
Í svarinum verður beinleiðis víst á, at umhugsað verður at skapa størri samanhang millum báðar maritimu skúlarnar í Føroyum, og at tað kanska hevði verið "meiri skynsamt", um skipanin varð broytt. Samstundis verður víst á, at leiðarin á Sjónámi í løtuni bygnaðarliga er undir stjóranum á Tekniska Skúla í Klaksvík.
Hóast landsstýrismaðurin roynir at tryggja, at virksemið á Sjónámi ikki verður minkað, gevur svarið onga trygd fyri, at skúlin heldur fram sum sjálvstøðugur maritimur skúli í Klaksvík. Tvørturímóti bendir nógv á, at landsstýrið arbeiðir við ætlanum um at miðsavna maritimu útbúgvingarnar meira enn higartil.
Fyri Klaksvík og Norðoyggjar hevur Sjónám í nógv ár verið ein týðandi útbúgvingarstovnur við tøttum sambandi til vinnuna á sjónum. Tí kann tað undra, at landsstýrið ikki fyrst tryggjar skúlanum eina fasta leiðslu, men í staðin letur leiðarastarvið bíða, meðan framtíðin hjá skúlanum verður útgreinað.
Svarið gevur eisini ábendingar um, at aðrar ætlanir eru í umbúna. Millum annað verður nevnt, at Brandskúlin møguliga kann flytast til Klaksvíkar, og at Sjónám kann gerast partur av einum komandi "bláum miðnámi". Men enn er einki ítøkiligt lagt fram, og tí er framvegis ógreitt, hvør leikluturin hjá Sjónámi verður í framtíðini.
Fyri nógv í Klaksvík kann hetta tulkast sum eitt stig á leiðini móti at veikja ella í ringasta føri niðurlaga sjálvstøðuga Sjónám, hóast landsstýrismaðurin ikki beinleiðis sigur tað. Tað, sum skuldi verið ein vanlig setan av nýggjum leiðara, er sostatt vorðið ein prinsipiellur spurningur um framtíðina hjá einum av týdningarmiklastu útbúgvingarstovnunum í sjóvinnubýnum Klaksvík.