Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann úr Danmark
21 ára gamli Bastian er málmaður og uppvaksin í Helsingør í Danmark. Hann hevur brúkt síni ungdómsár í NH-Talent, áðrenn hann fór víðari til Oure Elitehåndbold/GOG har hann vandi og spældi saman við m.a. Óla Mittún
Team Klaksvík skrivar:
Eftir Oure var hann 3 ár hjá Skanderborg Håndbold Elite Akademi. Í Skanderborg var Bastian eisini málverjavenjari og hjálparvenjari hjá ungdómsliðum.
Farna kappingarár spældi Bastian við Køge Håndbold Elite og var við til at flyta liðið upp í næstfremstu hondbóltsdeildina í Danmark.
Bastian sigur: “Eg havi valt at royna meg í Team Klaksvík, tí her eru menningarmøguleikar, og eg føli at eg kann menna meg sum leikara og menniskja. Eg havi fingið varhugan av at hetta er ein góður felagsskapur við høgum málum. Eg gleði meg at koma til Klaksvíkar at uppliva býin, fólkini og náttúruna. Eisini gleði eg meg til at uppliva áskoðarar og stemning á heimavølli.”
Nevndin í Team Klaksvík er sera fegin um at fáa Bastian til Klaksvíkar: “Vit vænta okkum ein ungan leikara við nógvari orku, nærlagni og einari stremban eftir at menna seg. Bastian kemur at vera Burn-leikari, men eisini at menna ungdómin. Bastian er vanur við at arbeiða hart og hevur drúgvar royndir frá donskum menningarumhvørvum á ovastu hill.”
Vit gleða okkum til at síggja Bastian í Team Klaksvík troyggjuni
Hjartaliga vælkomin til Team Klaksvík