Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ótrúliga søgan um 10-talið

SKRIVAÐ: Jóan Pauli Jacobsen  |  11.06.2026 - 13:43 Ítrottur Tíðindi

Leikararnir hava ikki altíð havt eitt nummar á rygginum og so als ikki við teirra egna navni á. Onglendingar tóku siðin við miðvísari talmerking av leikarunum frá amerikonskum fótbólti, men ótrúliga søgan um 10-talið byrjaði av berari tilvild. Tilvildin fekk tó alstóran týdning!

 

Fyrsti fótbóltsdysturin, har leikararnir høvdu nummar á rygginum, varð spældur millum Sheffield Wednesday og Arsenal, tann 25. august 1928. FIFA tók siðin til sín og skipaði tað í fastar karmar til heimsmeistaraheitið í 1954.

Og tað var ikki fyrr enn til kappingina í 1958 í Svøríki, at nummar 10 gjørdist eitt "halgital". Hetta var alt orsakað av einum 17 ára gomlum drongi, sum luttók fyri fyrstu ferð og einum skrivstovu feili av tí brasilska fótbóltssambandinum.

Áðrenn kappingin byrjaði, høvdu teir brasilsku fótbóltsmyndugleikarnir latið ein lista inn av teimum úrvaldu leikarunum júst, sum teir skuldu, men høvdu gloymt at talmerkja teir. FIFA-umboðsmaðurin úr Uruguay, Lorenzo Villizzio, talmerkti tilvildarliga leikararnar. Fyrstimálmaðurin Gilmar fekk nummar 3, og tann tá rættiliga ókendi Pelé fekk nummar 10. Pelé, sum hevði verið skaddur, kom ikki á vøllin fyrr enn í triðja dystinum ímóti USSR, men skoraði samanlagt seks mál í fýra dystum - av hesum trý mál í 5-2 sigrinum á Fraklandi í hálvfinaluni og tvey mál í finaluni ímóti Svøríki. Soleiðis var tað, at legendan um nummar 10 byrjaði. Av berari tilvild.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Team Klaksvík gjørt sáttmála við málmann…
Gadus siglir heim
20 ára hátíðarhald á Listasavni­num á San…
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!