Lýsing
Lýsing
KG fekk vitjan í dag
Norðan KG 334 vitjaði Hotel KG í dag
Tað var hugaligt at síggja, at KG fekk vitjan í dag, av søguliga bátinum, Norðan - KG 334 í dag.
Tá ið Kjølbro í síni tíð bygdi síni egnu havnaløg, tí kommunan ikki kláraði at fylgja við, mátti hann tó lutvíst gjalda havnagjald fyri egnu skip á egnu havnaløgum sínum.
Hvør skal hava havnagjaldið í hesum føri við KG-bryggjuna, meldar søgan einki um.
Tað er sum so ikki áhugavert. Men har afturímóti er tað sera áhugavert og viðkomandi, at til ber at leggja at bryggju hjá einum stuttleikabáti at pierinum hjá KG - fáa sær ein bita ella ein blund eina nátt, áðrenn farið verður víðari.
Talan er um eitt rættiliga spennandi hotel, sum letur dyrnar upp ein av komandi døgunum.
Seinastu tíðindini